Sum skilst, møtti B71 við skerdari manning í Runavík leygardagin, men hóast tað kanska gjørdi sítt til, at tað í løtum var sera lítið um sandoyingarnar, skal einki takast frá NSÍ, ið hevði sigurin væl og virðiliga uppibornan. Liðini møttust eisini við Løkin síðsta landskappingardystin í fjør, tá NSÍ vann 9-1, men so sannførandi var avrikið hjá heimaliðnum ikki hesa ferð.
NSÍ byrjaði betri og hevði mestsum alla tíðina greiða yvirvág, men onkra hendinga ferð hótti B71 eitt lítið sindur. Tað tóktist tó ov óskipað til at gerast veruliga vandamikið, og sum fyrra hálvleiki leið, lá avgjørt í luftini, at NSÍ mundi fara at fáa okkurt mál.
Stutt fyri hálvleik bragdaði, tá føðingardagsbarnið, Einar T. Hansen, ið frammanundan hevði havt onkra góða skotroynd, legði fimm minuttir fyri stegðin væl innfyri úr vinstru síðu, og fyri málinum kundi Klæmint A. Olsen skalla bóltin í málið til 1-0.
Bara tveir minuttir seinni var aftur mál. Hesa ferð eftir eitt fríspark nakað úti í høgru síðu, beint uttan fyri B71-brotsteigin. Einar skjeyt bóltin hegnisliga í málið, sum Símun Rógvi Hansen annars vardi manniliga mestsum allan dystin, og so var 2-0.
Eisini í seinna hálvleiki stóð NSÍ fyri so at siga øllum, men fleiri mál komu ikki. Tað hevði kanska heldur ikki so nógv at siga, tí fyri runavíkingar var mest um at gera at vinna fyrsta dystin í steypakappingini síðani 2006.