Sangarin í bólkinum Fluffy Toys var fegin eftir Prix-kappingina leygarkvøldið. Og kanska ikki alíkavæl.
? Eg hevði biðið um, at vit blivu nummar 1 ella longri afturi í røðini. Bara ikki nummar 2, segði Einar Jacobsen.
Men tað var júst tað, sum hendi. Fluffy Toys gjørdist nummar 2, og tí skal bólkurin royna at spæla seg í finaluna saman við fýra øðrum 2'arum.
? Nú skulu vit aftur til at stríðast og strevast fyri at fáa alt at sita til hálvfinaluna, og tað verður strævið. Vit hava nógv annað enn tónleik at hugsa um, so tað er ikki tann sama tíðin til avlops, sum tað plagdi at vera.
Fyri tort og sviða
Bólkurin Fluffy Toys hevur verið virkin síðani 1999, og teir hava spælt nógv kring landið. Teir hava verið á skránni í Kagganum, Lognbrá, Klaksvíkar Klubba, TB-húsinum og aðrastaðni. Leygarkvøldið verða teir aftur upp á fartin.
? Hesa seinastu tíðina hava vit nýtt okkara allarseinastu orku til at venja til Prix Føroyar, og tað hevur verið sera tungt. Nú skulu vit ígjøgnum alt einaferð afturat, so vit kunnu vera væl fyri um tvær vikur, sigur Bjarti Hansen, gittarspælari í bólkinum.
? Vit eru ikki í somu støðu, sum teir ungu tónleikararnir eru. Teir hava lítið annað enn tónleik at hugsa um, og teir kunnu gera nógv við tað. Fyri okkum er hetta eitt ítrív, og tí krevur tað nógv av okkum, tá ið vit nú eru við í Prix Føroyum. Men fólk skulu tó ikki fara skeiv. Eg eri sera, sera fegin um úrslitið í kvøld og at fólk tóku so væl ímóti okkum, sigur Bjarti.
? Ja, tað er hóast alt gott at fáa nakað fyri tort og sviða, leggur Einar Jacobsen afturat við einum smíli.
Tónleik sum teir tíma
Fluffy Toys spælir tað, sum onkur vil kalla gammeldags rock, meðan onnur heldur brúka heitið klassiskur rockur. Íblásturin er úr sjeytiárunum, sum var eitt gylt rocktíðarskeið.
Tað var ikki fyrr enn fyri kortum, at Fluffy Toys fór at skriva sínar egnu sangir, og teir ætla ikki at gevast á hondum.
? Vit ætla at gera onkran nýggjan sang til hálvfinaluna um tvær vikur, so vit kunnu bjóða fólki okkurt nýtt tá, sigur Einar Jacobsen.
? Vit leggja dent á at spæla tónleik, sum okkum dámar væl. Vit ynskja at fáast við tað, sum vit tíma, og so geva vit áhoyrarunum alt tað, sum vit hava í okkum, tá ið vit fara á pallin.
Hesin frymilin og gott tónleikaligt handverk gav bonus leygarkvøldið, og bólkurin hevur nú fingið enn ein møguleika at náa finaluni.
? Eg haldi, at vita hava eins góðan møguleika sum hinir 2'ararnir fyri at koma í finaluna, sigur Bjarti Hansen.