Seint í fyrra hálvleiki endaði hann ímillum tveir EB/Streyma-leikarar, og varð liggjandi. Løtu seinni var Einar Hansen útskiftur, og eftir dystin varð hann sendur suður á Landssjúkrahúsið. – Har staðfestu tey, at eg havi brotið eitt petti av beininum tætt við øklaknútarnar, so tað verður ein steðgur á tvær ella tríggjar vikur, visti Einar Hansen at siga í morgun. Hetta harmaði hann sjálvsagt almikið, ikki minst tí, at hann aftur varð úttikin til landsliðshópin, sum nú skal spæla venjingardyst móti Portugal. – Hetta er heilt av hundunum til, helt vinstri bakkurin fyri.










