Einans tveir mans møttu upp til mótmælisgonguna, sum víðgongd høgrasinnaði skuldu ganga í Keypmannahavn í dag, skrivar Ekstrablaðið.
Yvir 100 løgreglumenn og ein løgreglutyrla vóru tilreiðar at fylgja mótmælisgonguni, sum skuldi vera úr Nyhavn til minnislundina við Ryvang. Tað var Norðurlendska Brøðralagið, sum ætlaði at ganga út til minnislundina og har minnast teir sjálvbodnu danir, sum stríddust fyri týskarar á eysturmótinum í 2. heimsbardaga.
Fólk á vinstravonginum møttu fjølment upp og gjørdu seg tilreiðar til at mótmæla gonguni hjá teimum høgravendu.
Tað bleiv tó ongantíð til nakra mótmælisgongu, tí einans tveir mans møttu upp, svenski listamaðurin Dan Park og aktivisturin Martin Grønmark. Hvørgin teirra visti nakað um, at mótmælisgongan var avlýst, men tá eingin annar var komin klokkan 12.15 valdi løgreglan av avlýsa tiltakið. Teir báðir uppmøttu vórðu síðani førdir burtur frá staðnum, sambært Ekstrablaðnum.