Tá Donald Trump 20. januar verður tikin í eið sum nýggjur forseti í USA, kann tað væl hugsast, at tað verður einans frammanfyri einum fyrrverandi forseta.
Sum siðvenja er, so eru allir fyrrverandi forsetar, ið sjálvsagt enn eru á lívi, bjóðaði til hátíðarhaldið, men higartil er tað einans Jimmy Carter, demokratiski forsetin, ið sat frá 1977 til 1981, ið hevur boðað frá, at hann verður til staðar.
Hinir forsetarnir, George H.W. Bush, Bill Clinton og George W. Bush, hava nevniliga enn ikki alment boðað frá, um teir verða til staðar. Tað skrivar amerikanska tíðindasíðan Politico.
Talsfólk fyri Bill Clinton, 42. forsetan, ið er giftur við Hillary Clinton, demokratiska forsetavalevnið, ið tapti móti Donald Trump, hava sýtt fyri at upplýsa, um fyrrverandi forsetin fer at luttaka. Bill Clinton hevur verið sera atfinningarsamar móti Donald Trump seinastu dagarnar, so neyvan verður nakar tikin á bóli, um hann sýtir fyri at luttaka á stóra degnum hjá Donald Trump.
Heldur ikki George W. Bush, síðsti republikanski forsetin og 43. forsetin, hevur verið serliga vinarligt sinnaður móti komandi forsetanum, og hevur hann, eins og Bill Clinton, enn ikki boða frá, um luttekur í hátíðarhaldinum.
Tað tykist tó greitt, at pápi hansara, George H.W. Bush, ikki fer at luttaka. Sambært einum talsmanni fyri fyrrverandi forsetan, so luttekur 41. forsetin, sum er 92 ára gamal, ikki vegna aldur.
Tað er tó vanligt, at ikki allir fyrrverandi forsetar luttaka til hátíðarhaldið. Tá Barack Obama bleiv tikin í eið í 2013, seinnu ferð hann varð valdur, var hvørgin av Bush forsetunum til staðar, tó allir tá livandi forsetar vóru til staðar, tá Obama varð tikin í eið í 2009.
Heldur ikki tá George W. Bush varð tikin í eið í 2013 luttóku allir fyrrverandi forsetarnir.