Einans hitt-løg sleppa við

Danskt/føroyski bólkurin ´No 1 Hits´ spælir aftur í Rex hetta vikuskiftið. ?Vit spæla einans løg, ið øll kenna? er sloganið hjá danskt/føroyska dansibólkinum, ið hevði eina sera væl eydnaða framførslu í einum fyltum Rex seinasta heyst.

 

Bólkurin spælir tey bestu løgini seinastu fjórðingsøldina í Rex. Á skránni eru nýggj og eldri syngið-við-løg, sum hava í sær ein feril av nostalgi.

 

Hetta vikuskiftið vera m.a. løg hjá Robbie Williams, Madonnu, Bryan Adams og Ricky Martin at hoyra.

Føroyska íkastið er trummuleikarin Fríði Øster, sum er búsitandi í Danmark.