Einans fyri føroyingar

Hópin av útlendskum bilum hava seinastu dagarnar verið í Kaldbak og vent, tí hóast vanliga farleiðin úr Havnini er stongd í bestu ferðafólkatíð, er kunningin einans á føroyskum.


Nú bergholið millum Kaldbaksbotn og Oyrareingir hevur verið afturlatin í fleiri dagar, er Oyggjavegurin einasta leið úr Havnini og norðureftir, men trupult er hjá útlendingum at finna úr Havnini, tí kunningin er bert á føroyskum.
Á skeltinum, ið Landsverk hevur sett upp í rundkoyringini við Hvítanes, stendur á føroyskum Kollafj. tunnilin er stongt kl. 8.00 -20.00. Koyrið eftir Oyggjarvegnum. Umframt at útlendingar neyvan vita hvar Oyggjarvegurin er, so er skeltið bert á føroyskum, og tí skilja útlendingar tað ikki. Hinumegin vegin stendur eitt eingin gjøgnumkoyring skelti, men fyri ferðafólk er hetta skeltið ivaleyst bert ørkymlandi, tí tá portalurin var á staðnum í gjáramorgunin, koyrdu tveir útlendskir bilar spakuliga framvið tí. Her er somuleiðis talan um beinleiðis skeiva skelting, lýsingin av skeltinum, ið eitur C21 á fakmáli, er hendan: C-21 Forboðið øllum akførum. Skeltið setur forboð fyri allari koyring báðar vegir, millum skeltið og næsta vegamót, við undirskelti kann forboðið verða avmarkað til bert at hava gildi við gjøgnumkoyring ella í ávísum tíðarbilum. Sambært koyrilærara í Havn er eitt skeltið hinumegin vegin ikki eitt undiskelti, so í veruleikanum, hava fólk sambært skeltingini hvørki loyvið til at koyra á Hvítanes, Sund ella Sandvíkarhjalla.
Tá Portalurin hitti arbeiðsfólkið, ið leggur kaðal við Sundsverkið, greiddu tey frá, at serliga illa hevði staðið til, tá Norrøna kom á Havnina mánadagin, tá vóru sera nógvir fremmandir bilar, ið koyrdu framvið skeltinum og heilt inn í Kaldbaksbotn, har tey máttu venda og spyrja um leið, men eisini týsdagin var hópin av fólki, ið koyrdi skeivt.
Per Hansen stjóri á Ferðaráð Føroya sigur við Dimmalætting í gjár, at hetta bert er enn eitt dømið um manglandi atlit til ferðafólk, tá skelta verður, og at hann metir hetta vera sera óheppið.