Einaferð vigaði Ragnhild Dam bert 700 gram

25. juni í 1989 var hon minsta barn, sum nakrantíð varð føtt í Føroyum. Í dag er hon ein vøkur kvinna, 170 sentimetrar long.

25. juni í 1989 var hon minsta barn, sum nakrantíð varð føtt í Føroyum. Í dag er hon ein vøkur kvinna, 170 sentimetrar long. Hon hevur verið elitu-fimleikari og hevur ongantíð havt trupulleikar av, at hon bert vigaði 700 gram, tá hon varð fødd.

 

Í Sosialinum 16. september í 1989 er grein um minsta barn, sum fram til henda dag nakrantíð er føtt í Føroyum. Barnið áttu hjúnini, Durita og Bergur P. Dam. Tey fingu eina dóttir 25. juni hetta ár. Gentan varð fødd tríggjar mánaðir ov tíðliga og vigaði bert 700 gram og var 37 sentimetrar long.

 

Henda dagin í september, tá Sosialurin kemur út, sleppur dóttirin heim eftir at hava ligið á Landssjúkrahúsinum - tað mesta av tíðini í kuvøsu - í tríggjar mánaðir. Nú hon sleppur heim, vigar hon 2200 gram og er 46 sentimetrar long.

 

Á føðideildini hevur gentan sýnt ein ótrúligan lívsvilja.

 

- Fyrstu tíðina hjálptu vit henni at anda, sum ikki er óvanligt við nýføðingum. Men, burtursæð frá tí, hevur ikki verið neyðugt við stórvegis hjálp frá okkum. Hennara lívsvilji bjargaði henni.

 

Tað sigur ein av sjúkrasystrunum á føðideildini á Landssjúkrahúsinum við Sosialin, 16. september í 1989.

 

Ragnhild Dam, sum eitt nú er kend úr tónleikabólkinum Faroe Five, lesur í dag í Danmark.

 

Vikublaðið, sum verður borið í hvørt hús í morgin, hevur spurt hana, hvat tað hevur merkt fyri hana, at hon varð so tíðliga fødd og fødd sum tá minsti nýføðingur í Føroyum nakrantíð.

 

- Eg havi altíð havt tað gott og havi ongantíð merkt nakað til, at eg kom so lítil í heimin. Meðan eg lá sjúkrahúsinum, var mamma mín nógv um meg og tók meg altíð til sín, tá tað var møguligt. Henni dámdi best, at vit báðar fingu mest møguligan frið, tí hon helt, at tað stressaði meg minst.

 

Ragnhild vísir á, at sum barn og ungdómur hevur hon altíð klárað seg væl, og longu sum átta ára gomul byrjaði hon at spæla klarinett. Í fleiri ár taldist hon eisini millum okkara elitu-fimleikarar, og hon var eisini við í tónleikabólkinum, Faroe Five.

 

Ragnhild Dam sigur, at hon vaks og mentist væl sum barn og ungdómur, og tá hon gavst at veksa, var um 170 sentimetrar long.

 

- Tað hevur ongar avleiðingar havt fyri meg sum barn, ungdómur og seinni í lívnum, at eg varð fødd so tíðliga. Eg havi altíð verið kreativ, eins og mong onnur eru, og eg kann ikki á nakran hátt siga, at hetta hevur verið nakar lastur fyri meg í lívinum, sigur Ragnhild Dam.