Jørgin Niclasen, landsstýrismaður førir fram í Dagblaðnum mánadagin, at nú eru nakrar áhugaverdar ætlanir á borðinum um at fiska svartkljaft til matna. Og tað er vissiliga áhugavert. Men so hevur hann peikifingurin á lofti og ávarar ímóti, at vit ikki enda í somu støðu sum við seinasta svartkjaftaævintýr. Og júst henda ávaring er ætlað til, at vit onnur skulu venda blinda eygað til tað, sum veruliga fer fram innan føroyska fiskivinnu í løtuni.
Svartkjaftaævintýrið í 80´unum hevði nógvar taparar, serliga føroyska skattgjaldaran, meðan tað ævintýrið, sum Jørgin Niclasen saman við m.a. tjóðveldishetjuni Heina O Heinesen nú í besta jólahugna siga føroyska fólkinum er eitt ævintýr, har ?the winner takes all?.
Ævintýrið byrjar við einum loyvi, sum verður útskrivað í Tinganesi, lagt í ein brævbjálva við einum frímerki upp á 4, 50 kr, sum sendarin hevur goldið. Síðan verða onnur líknandi loyvi útskrivað, men hesa ferð til onnur fiskasløg. Fyrst rossamakrel, síðan vanligan makrel, men eisini sild og hví so ikki eisini eitt rækjuloyvi. Men tað løgna við øllum hesum loyvum er, at tey hava øll ein og sama móttakara. Ein móttakara, sum uttan iva fyri síni vinnuligu avreksverk skjótt verður heiðurslimur í Fólkaflokkinum, ella kanska Tjóðveldisflokkinum.
Og sum øll onnur ævintýr, so skal hetta samgonguævintýrið hjá sitandi samgongu eisini enda, sum eitt rætt ævintýr. Jú móttakarin kann, aftaná at hava gjørt fleiri ódugnaligar royndir til at brúka hesi fiskiloyvini, hann soleiðis fekk sendandi í postinum frá vinunum í Nesinum, seta seg uppafturá og selja til hægstbjóðandi. Hvussu nógvar pengar, hesin hepni móttakarin nú kann stinga í lumman, ja tað skal lesarin sjálvur gita, men alt byrjaði, sum sagt við 4,50 kr til eitt frímerki.
Tillukku tjóðveldismenn og tillukku fólkafloksmenn. Tað, sum vit her uppliva, er so avleiðingarnar av umsetiligheitini, har tann hepni fer við øllum, men har ikki øll hava møguleikan fyri at gerast heppin, tí tað krevur ávísar politiskar kvalifikasjónir. Umsetiligheit í ?en nøddeskal?.
Og so tosa teir um liberalistiskan politikk. Sum um hetta hevur nakað sum helst við ein slíkan at gera. Liberalistiskur politikkur byggir á, at virkisfýsni og dugnaksapur vinnur fram, meðan her er talan um tað beint øvugta. Her er tað limakortið til tann rætta flokkin, sum er vegurin fram.
Nei, sanniliga kann sigast, at tíðin við ævintýrum er ikki av. Nú meðan foreldrini seta seg við børnunum á knøunum og siga teimum jólaævintýr, so situr føroyska tjóðin og hoyrir um, hvussu einstaklingar við politiskari hjálp arva bæði prinssessuna og meira enn hálvt kongaríkið.
Kanska onkur nú kemur til hugs, at fiskiríkidømi var fólksins ogn. Jú, tað var tað, og vit vóru nakrir, sum trúðu, at tað skuldi bera til. Men so komu aðrir, sum hilda, at fólksins ogn best verður umsitin av ?dugnaligum? vinnulívsmonnum.
Onki at siga til, at Røkke og aðrir nú liggja framvið. Teir tevja pengar.
Óførar gávur, sum nøkur fáa fyri einki, og sum síðan kunna innkassera miljónaupphæddir uppá. Og so kann tað vera eins feitt, um tað eru fiskiloyvi ella aliloyvi.
Hvat skulu Caragata og Friedmann læra samgonguna?
Jóannes Eidesgaard