Formaður Sjálvstýrisfloksins, Kári P. Højgaard, finst at nógvum í røðu løgmans á ólavsøku, men hann hevur eisini rósandi orð at bera henni. Eitt nú fegnast hann um bústaðarpakkan:
- Øll tiltøk, sum kunnu økja um møguleikan at fáa tak yvir høvdið fyri ein rímiligan pening hevur allan stuðul uppibornan og tað taki eg fult undir við, vísir Kári P. Højgaard á.
Annars heldur Kári P. Højgaard, at røðan var ov lítið ítøkilig:
- Hetta triðja røða løgmans, og nú roknaði mann so við, at hann fór at koma við greiðum uppskotum, sum mann síðani ætlaði at gjøgnumføra, men so var ikki, heldur Kári P. Højgaard.
Hann hevði eitt nú væntað, at løgmaður fór at koma nærri inn á, hvussu og hvat skal gerast við tað, sum hendir innan fiskivinnuna í dag.
- Løgmaður sigur í røðuni, at keyp og søla ikki er nakað nýtt. Hetta eri eg als ikki samdur í, tí tað, sum hendir í dag er fullkomiliga kollveltandi, at ein so stórur partur av flotanum skiftir eigara og savnast í so stórum eindum sum talan er um. Tað er eindømi, sigur Kári P. Højgaard, sum heldur áfram:
- Tá so ein løgfrøðingur sum hevur í fiskimálaráðnum sigur, at hetta kann broytast við at skoyta tvær linjur upp í verandi lóggávu um vinnuligan fiskiskap, so er tað fyri mær óskiljandi at tað skal taka so langa tíð, og at mann skal bíða so longi so, at allir handlarnir er avgreiddir áðrenn mann fær hetta her upp í lag. Tað er onki minni enn ein vanlukka, staðfestir Kári P. Højgaard.
Formaður Sjálvstýrisfloksins er heldur ikki samdur í, at pensjónir í næstum fara at hækka, tí tað er ikki talan um eina pensjónshækking, heldur hann:
- Tað er bara ein máti at hækka pensjónirnar, og tað er við at hækka grundupphæddina ella at hækka viðbøturnar. Hitt er eitt ískoyti til pensjónirnar, sum er eitt arbeiðsmarknaðargjald, sum arbeiðsmarknaðurin rindar burturav.
Kári P. Højgaard finst eisini at Visjón 2015-ætlanunum:
- Tað fyrikemur mær púra øvugt, at tú í dag setir embætisfólk at koma við hugskotum, sum politiska skipanin síðani skal góðtaka. Áður vóru tað flokkarnir, sum greiddu frá sínum visjónum og síðani var tað embætisfólkið, sum førdi tað út í lívið, heldur Kári P. Højgaard.
Sum eina síðsu viðmerking hevur formaðurin í Sjálvstýrisflokkinum hug at tríva í umrøðu løgmans av góðu samfelagsgongdini.
- Vit kunnu bara fegnast um, at tað gongur so væl í Føroyum, sum tað ger í dag. Men vit eiga at síggja tað sum okkara skyldu at greina hví tað gongur so væl sum tað ger, og her hugsi eg serliga um áðurnevndu vandamál, har tað er lættari at fáa fatur í pengum orsaka av lánum. Um so er, at tað er veruleikin, so eiga vit at vera sera varin, og tá ber ikki til at oysa pengar út í endanum á einum valskeiði upp á tað, at rokningin fellur í næsta valskeiði, sigur Kári P. Højgaard at enda.