Eina viku í einakliva

Maðurin, sum varð tikin á veg í land av Norrønu í gjár, bleiv varðhaldsfongslaður í tvær vikur. Aðra skal hann sita í einakliva.

Ein 26 ára gamal maður varð í gjár framstillaður í grundlógaravhoyri, undir illgruna fyri at hava smuglað rúsevni til Føroya.

 

Maðurin varð tikin av tollarunum, tá hann kom í land av Norrønu. Tað var hundurin hjá tollvaldinum, sum peikaði mannin út.

 

Verjin hjá manninum segði, at maðurin játtar seg sekan í at hava smuglað rúsevni til Føroya, men at hann noktar fyri, at hann hevur nakran samsekan í Føroyum.

 

Talan skal vera um amfetamin, sum eru smuglað innvortis. 

 

Grundlógaravhoyringin fór fram fyri afturlatnum hurðum, tí at ákærin óttaðist, at um ov nógv lak út um kanningararbeiðið, fór tað at gerast ov torført hjá løgregluni at finna fram til, um nøkur samsek eru.