Eina Sunda kommunu afturat – ella eitt Skála minni

Til seinasta løgtingsval hevði Javnaðarflokkurin sum aðalmál at betra um trivnaðin í Føroyum. Vit vildu venda fráflyting til tilflyting og skapa einar javnari og rættvísari Føroyar. Tí hava vit hækkað barnafrádráttin til børn undir skúlaaldur, longt barsilsloyvið við samanlagt 10 vikum og hækkað barnastudningin. Vit hava fingið fleiri leigubústaðir, hækkað lestrarstuðulin og øll lesandi á hægri lesnaði fáa nú lestrarstuðul alt árið.

 

Vit síggja eisini, at fleiri eftirútbúgvingar á skúlaøkinum verða bodnar út, og Setrið hevur fingið fleiri nýggjar førleikagevandi útbúgvingar. Afturat hesum hava øll lág- og miðallønt fingið skattalætta, og fólkapensjónistar hava fingið væl meira at liva fyri.

 

Saman við góða búskaparliga rakstrinum hava átøkini givið úrslit, soleiðis at ung og barnafamiljur nú velja Føroyar til. Undir borgarligu samgonguni við Fólkaflokkinum á odda høvdu vit eina netto-fráflyting árini 2011 - 2014 á næstan 700 fólk. Tað svarar á leið til fólkatalið á Skála.

 

Undir sitandi samgongu hava vit havt eina netto-tilflyting á 1.811 fólk fyri árini 2015-2018. Ella vit hava fingið tað, sum svarar til meira enn alt fólkatalið í Sunda kommunu (1.749 fólk) afturat.

 

Taka vit burðaravlopið fyri øll árini við, eru vit vorðin góð 1.000 fólk fleiri, svarandi til fólkatalið í Sørvági. Vit hava havt størri tilflyting enn fráflyting á hvørjum árið, og samanlagt eru vit vorðin 2.337 fleiri síðani hendan samgongan tók við. Burðaravlopið er stórt í Føroyum í mun til onnur Norðurlond. Men meira enn helvtin av vøkstrinum er tilflyting. Tað eru vit sera fegin um.

 

Eina Sunda kommunu afturat - ella eitt Skála minni. Tað er munurin.

 

Vit byggja eitt frælsari, samhaldsfastari og javnrættari samfelag. Tá er lættari hjá øllum at velja Føroyar til.