Signingar hvønn dag er heitið á nýggjari bók, sum Heimamissiónsforlagið hevur givið út. Í bókini eru 365 fittar smásøgur, sum eru ætlaðar at lesa fyri yngstu børnunum. Bókin er uppbygd soleiðis, at eitt bíbliuorð er til hvønn dagin í árinum, og síðani er ein stutt søga saman við tekning knýtt at hesum orði.
Tað er Carla Branhill, ið hevur skrivað bókina. Simona Johannesen hevur týtt til føroyskt.









