Eina S. Kalsø: Hava vant okkum við hitan

Oyggjaleikir: Føroyska kvinnulandsliðið í flogbólti hevur beina kós móti finaluni á oyggjaleikunum á Bermuda í hesum døgum. Tær hava vunnið allar tríggjar dystirnar higartil uttan at tapa eitt sett.

 

Í dag spældu tær móti Álandi, sum gjarna skuldi verið ein sterkari mótstøða enn Grønland og Guernsey. Tað var tó ikki til at síggja á vøllinum.

 

- Eg haldi ,at Áland er eitt sindur betri enn hini liðini vit hava spælt ímóti. Í dag serva vit bara so væl, at mótstøðan bleiv ikki so hørð, sigur Eina S. Kalsø.

 

-       Vit serva tær niður í fyrsta setti. Í øðrum setti skifta vit nógv út og tað ávirkar spælið. Tær, ið koma inn, spæla væl, men tað brýtur rútmuna í spælinum. Tá missa vit onkrar bóltar her og har, men tað varð ongantíð vandamikið. Vit tosaðu um at finna okkara góða spæl fram í triðja setti, men tað er torført at halda fokus, tá tað ikki er spenningur í, leggur Eina afturat.

 

Ein trupulleiki á Bermuda hevur verið hitin. Fyri hvønn dag tykjast føroysku ítróttarfólkini tó roynast betri í hitanum.

 

- Vit hava vant okkum við hitan. Í dag var eg ikki for heit á vøllinum. Einasti trupulleikin er, at tú blívur vát um fingararnar og tí missir bóltin, sum eisini blívur vátur. Tí blíva onkrar móttøkur og hevingar ikki so neyvar, sum vit ætla, sigur Eina víðari.

 

Í hálvfinaluni skal Føroyar helst spæla móti vertstjóðini, Bermuda.

 

- Vit hava sæð Bermuda spælt móti Saaremaa. Eg trúgvi, at vit eru betri enn Bermuda, men tá er eisini vert at hugsa um, at tær spæla á heimavølli. Spæla vit okkara spæla, so vinna vit, sigur Eina S. Kalsø

 

Greiðir føroyska liðið sína uppgávu til fulnar og kemur í finaluna, so er sannlíkt, at tað verður móti Saaremaa.

 

-       Saaremaa sær út til at hava eitt gott lið. Vit eru helst á sama stigi, sigur Eina S. Kals at enda.

 

Kvinnurnar hava í morgin frí og kunnu løga til hálvfinaluna í ovurmorgin. Manslandsliðið skal spæla móti Grønlandi í nátt. In.fo fylgir beinleiðis við gongdini.