Eina paragraff frá fullveldi

Ein føroysk grundlóg skal innihalda eina áseting um, at føroyingar einsæris kunnu loysa frá Danmark. Sostatt staðfesta føroyingar sín sjálvsavgerðarrætt, um teir samtykkja grundlógina við eini fólkaatkvøðu. Tað var annars snávingarsteinurin í samráðingunum um fullveldi

GRUNDLÓG

Ein føroysk grundlóg skal innihalda eina lógargrein, sum ger av, at føroyingar av sínum eintingum kunnu taka fullveldi uttan at spyrja donsku stjórnina eftir.
Tað siga bæði Jóan Pauli Joensen, formaður í Grundlógarnevndini, og Rúni Joensen, aðalstjóri í løgmálaráðnum.
Arbeitt verður í løtuni við at seta arbeiðið í grundlógarnevndini aftur á sporið. Í næstu viku verður ein stór altjóða ráðstevna í Norðurlandahúsinum, har serfrøðingar og áhugað í tríggjar dagar fara at kjakast um eina komandi grundlóg fyri Føroyar.
Í løgtinginum verður í løtuni viðgjørt, hvussu tað praktiska arbeiðið í einari grundlógarnevnd skal skipast. Men greitt er, at tað fær eitt øðrvísi innihald, nú fullveldið ikki stendur ovast á politisku dagsskránni í Føroyum.
? Fullveldi er ongin fortreyt fyri, at vit fáa eina føroyska grundlóg. Tú kanst siga, at so leingi vit ikki hava fullveldi, so er talan um eina víðkaða stýrisskipanarlóg ella stjórnarlóg. Men mín persónliga meining er, at ein komandi grundlóg skal gerast soleiðis, at bert ein grein skal broytast, fyri at Føroyar fáa fullveldi, sigur Jóan Pauli Joensen, formaður í Grundlógarnevndini.
Orðið grundlóg er annars ongin treyt, sigur hann, tí evstalóg, stjórnarlóg ella stýrisskipan kunnu eins væl brúkast.

Staðfesta sjálvsavgerð
Grundlógararbeiðið var upprunaliga ein partur av fullveldistilgongdini, og tí gekst striltið at fáa rættiligt glið á arbeiðið í grundlógarnevndini, ið varð mannað við politikarum og embætisfólkum. Politisku málini vóru rætt og slætt ov ymisk.
Við at skipa tann spurningin í eina grein, har tað verður ásett, at Føroyar fáa fullveldi, um føroyingar ynskja tað, slepst helst undan, at spurningurin verður høvuðsevni á hvørjum einasta fundi.
Spurningurin um, hvørt føroyingar eru ein tjóð við sjálvsavgerðarrætti, var annars snávingarsteinurin, tá samráðingarnar millum donsku stjórnina og Føroya landsstýri slitnaðu 26. oktober 2000.
Danska stjórnin vildi ikki svara, um føroyingar sjálvir høvdu rættin at skipa seg sum sjálvstøðugt ríki við fullveldi, sigur Rúni Joensen, aðalstjóri í løgmálaráðnum, sum sjálvur var við til samráðingarnar. Men við at seta tað í eina grundlóg, sum føroyingar samtykkja á einari fólkaatkvøðu, slepst undan tí kjakinum.
? Tað kann gerast við, at ein grein í grundlógini ásetir, at sáttmálar við fremmand lond kunnu setast úr gildi við fólkaatkvøðu í Føroyum. Altso kann føroyska fólkið gera av, at heimastýrislógin verður tikin av. Sostatt samtykkir Føroya fólk, at føroyingar eru tjóð við sjálvsavgerðarrætti, sigur Rúni Joensen, og leggur afturat, at tað torir ongin stjórn at seta seg ímóti.

Gongdin avgerandi
Fullveldismálið hevur í stóran mun forðað fyri mennandi kjaki í gomlu nevndini, sigur Jóan Pauli Joensen.
? Fyrst var arbeiðið vent ímóti einum ítøkiligum úrsliti, har fullveldi var málið. Nú síggi eg, at prosessin er minst líka týdningarmikil. Vit skulu skapa eina mentan, har fólk fáa grundlógina í blóðið, sigur Jóan Pauli Joensen.
Júst hetta, at fáa fólkið við sær, er avgerandi í grundlógartilgongdini. Tí varð skotið upp, at grundlógarráð vórðu sett á stovn við eitt val, har fólk kring alt landið vórðu vald. Ráðini kundu so skipa fyri vártingum sum í gomlum døgum, har fólkið kom til orðanna.
? Eg helt tankan um várting verða sjarmerandi, men tað vísir seg, at politiskur vilji er ikki at fremja tey. Men tað er umráðandi, at vit fáa fólkið við í tilgongdina, so hetta ikki kenst sum ein lóg, ið er smoygd oman yvir fólk, og tí mugu vit finna aðrar mátar, ið kanska verða meiri ad hoc-kendir, sigur Jóan Pauli Joensen.
Og Rúni Joensen skoytir uppí, at hetta er ongin vanlig lóg, og tí má hon fremjast øðrvísi.
? Fólk mugu føla, at tey eru við og hava møguleikan at ávirka lógina, tí tað eru nógv kontroversiell viðurskifti, sum skulu viðgerast í einari grundlóg, sigur Rúni Joensen.
Kirkjan og rætturin til tilfeingið eru dømi um evni, sum verða ásett í einari grundlóg.

Málið er 2005
Sambært uppskotinum til grundlógarnevnd fáa føroyingar egna grundlóg í 2005. Fyrst skal hon samtykkjast á fólkaatkvøðu, tí hetta er »eitt stig á leiðini«, sum Jóan Pauli Joensen sigur.
Nógvar freistir hava verið nevndar, og eitt nú varð upprunaliga ætlanin, at ein føroysk grundlóg skuldi setast í gildi longu í 2000. Men bæði Jóan Pauli Joensen og Rúni Joensen eru bjartskygdari við tíðarkarminum, nú ein grundlóg kann viðgerast á breiðari grundarlagi.
? Kunnu vit loysa sjálvstýrisknútin í einari grein, so kann arbeiðið ganga skjótari, og tí er meiri sannlíkt hesaferð, at freistin kann haldast, sigur Rúni Joensen.