Landsstýrið skal brúka eina millión krónur at innrætta bankabygningin í Gongini í Havn, sum landsstýrið í heyst keypti frá BankNordik fyri góðar 21 milliónir krónur.
Sambært fíggjarlógaruppskotinum fær landsstýrið eina millión krónur at innrætta bygningin fyri. Pengarnir verða fluttir av játtanini til umbygging í Tinganesi.
Gamli bankabygningurin í Gongini í Havn varð bygdur at hýsa Sjóvinnubankanum, tá hann varð stovnaður í 1932. Bygningurin er 907 fermetrar til víddar – tá eru húsini hjá Müller íroknað. Tey vóru seinni tikin upp í bankabygningin.
Tá landsstýrið keypti bygningin varð sagt, at hetta er eliður í at miðsavna landsfyrisitingina úti á Tinganesi, og har um vegir.
Ætlanin er, at fimm av teimum átta stjórnarráðunum skulu verða í Tinganesi, og har um vegir. Talan er um Løgmansskrivstovuna, Fiskimálaráðið, Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, Fíggjarmálaráðið og Samferðslumálaráðið og í fyrstu atløgu ber til at spara einar tvær milliónir krónur um árið.
– Hetta er fyrsti liður í at savna landsfyrisitingina við tí endamáli at reka landsfyrisitingina so skynsamt sum gjørligt. Ein fortreyt fyri hesum er, at tað er so stutt ímillum stjórnarráðini, at tað ber til at ganga ímillum – og sum frálíður er tað bíligari at eiga enn at leiga, segði Aksel V. Johannesen, løgmaður.










