Eina millión fyri at broyta svingið

Stór ónøgd er við krappa svingið á Blómubrekku, sum nú skal broytast

Síðani vegurin Blómubrekka varð knýttur í Villingadalsvegin í Havn hevur verið koyrandi tann vegin millum Villingadalsvegin og Sundsvegin. Tað hevur ført til, at nógv ferða niðan í Hoyvíkar fer um hendan vegin.

Sambært Tórshavnar kommunu, so hevur stór ónøgd verið við krappa svingið miðskeiðis á strekkinum. Hetta sving er gjørt fyri langari tíð síðan, áðrenn ætlanina at knýta í Villingadalsvegin.

Kommunan hevur havt samráðingar við Bústaðir, sum er í ferð við at byggja íbúðir á økinum, um at sleppa inn á økið hjá teimum, fyri at gera svingið meira lagaligt at koyra ígjøgnum.

Vegurin varð bundin í Villingadalsvegin samstunis sum Fjarhitafelagið legði fjarhitaleiðingar eftir vegnum og oman eftir Villingadalsvegnum í 2017.

##med2##

Orsøkin til, at býráðið fer at broyta svingið nú er, at Fjarhitafelagið aftur skal leggja leiðingar har nú.

Sambært býráðnum kostar arbeiðið at broyta svingið, so tað verður lagaligari at koyra um, eina millión krónur. P/F Húsavarðatænastan skal gera arbeiðið. Sambært ætlanini fara arbeiðið við svinginum og at leggja fjarhitarør at taka eitt hálvt ár, og verður tí ikki koyrandi eftir hesum vegi millum Sundsvegin og Villingadalsvegin fyrr enn á nýggjárinum. Arbeiðið skuldi verið byrjað 2. juni.