Eina øl til øll sum luttaka renningini

Mikkeller Running Club Tórshavn og Okkara skipa fyri eini heldur óvanligari renning leygardagin klokkan 16. á á G! Festivalinum.

 

 

Øll sum hava atgongumerki til G! festivalin kunnu luttaka í renningini, og aftaná er ókeypis Mikkeller øl til limir í MRC Tórshavn. Til ber tekna teg sum lim á staðnum og fáa eina MRC T-troyggju og limakort. Limaskapur í MRC er galdandi alt lívið og gevur atgongd til ókeypis øl aftaná allar MRC renningar kring heimin.

 

 

Startur og mál eru við Mikkeller barrina á torginum omanfyri Sandin. Runnið verður úr Syðrugøtu til Norðagøtu og teinarnir er 2, 4 og 8 km.

 


2 km teinurin: https://www.strava.com/<wbr />routes/9585188
4 km teinurin: https://www.strava.com/<wbr />routes/9585373
8 km = 2 ferðir 4 km teinin

 

 
Øll sum luttaka eru við í kappingini um ymiskar vinningar.