Eina heita máltíð til børnini um dagin

Sum nógvum av tykkum kunnugt, so hava vit føroyingar veitt hjálp til eitt sera fátækt umráðið í Rumenia.

Fyri tveimum vikum síðani byrjaðu vit at geva børnunum í umráðnum heitan mat, mong av hesum børnum eru sera illa fyri vegna svongd.
Við ymiskum tilfari úr Føroyum hevur tað verið gjørligt at innrætta eitt høli, har ein køkur er, og børnini kunnu sita og eta.
Tað er suppa, ið børnini fáa við nógvum góðum nerandi tilfari í.
Væl vitandi um at nógvar biðjandi hendur eru rættar út til okkum í Føroyum, so vil eg kortini venda mær til tykkum vegna hesi svongu børn um eina hjálpandi peningaliga hond til at kunna keypa tilfar til suppuna.
Ein stuðul uppá 50-100 kr. ger góðan mun.
Vit hava kontu í øllum peningastovnunum undir navninum Calarasi missiónin.
Dagliga koma 200 børn at fáa sær heita máltíð.
Vit ynskja tær og familju tíni eini gleðilig jól og eitt av Harranum vælsignað nýggjár.