Eina føroyska rødd

Føroyingar hava brúk fyri at tað verður ein føroysk rødd, sum fer á danating, nú fólkatingið hevur lagt stilt fyri at skifta manning.

Føroysk, í tann mun, at hon vil Føroya landi alt tað besta, og ikki er líkaglað, um aðrir partar av ríkisfelagsskapinum fara við tí, sum vit eiga.

Sambandsflokkurin eigur av natúrligum/ideologiskum ávum ikki hesa rødd. Teimum er tað líkamikið, hvør føðir teir, um tað er Danmark, ES ella annað ríki, bara teir eru mettir hvønn dag.

Hetta gav at bíta, tá løgmaður fyri einhvønn prís vildi seta ítróttarvedding í gongd, uttan at tryggja sær at peningur kom aftur til Føroya. Tá on-line skipanin bleiv tikin í brúk, segði løgmaður í kiosk í Havn, at »hetta tiltak kom at hava stóran samfelagsligan týdning«.

Samfelagið, sum hetta tiltak hevur fingið týdning fyri, er so ikki føroyska. Peningurin streymar framvegis út av landinum í danskar lummar.

Tjóðveldisflokkurin er handlingslammaður av innanhýsis stríði, sum nú um dagarnar er brotið út í ljósan loga. Flokkurin er ikki í stand at tala við einari rødd, og tá kann tað vera líkamikið, um røddin er føroysk ella útlendsk.

Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin eru so heftir av donsku brøðraflokkum teira, at røddin uttan iva verður hás frá fyrsta degi av, soleiðis sum vit hava upplivað tað fyrr.

Eftir stendur Sjálvstýrisflokkurin, einasti miðflokkur, sum stillar upp til fólkatingsvalið.

Ein atkvøða til Sjálvstýrisflokkin blívur ongantíð ein atkvøða til danskan flokk. Hon er einasta atkvøðan, sum ikki konverterar, men verður verandi føroysk.


     Sámal Petur í Grund