Eina ferð heimsinsdýrasti - Nú ókeypis

Í 2009 var brasilski Kaka dýrasti fótbóltsspælarin í heiminum, tá hann skifti til Real Madrid frá AC Milan fyri 490 milliónir krónur. Í gjár skifti hann aftur til AC Milan – ókeypis!

 

Tað gingu bara vikur til Cristiano Ronaldo yvirhálaði Kaka sum dýrasta fótbóltsspælaran í heiminum, tá Real Madrid keypti portugisan fyri knappar 700 milliónir krónur. Kaka hevur eisini staðið í skugganum av Cristiano Ronaldo hesi fýra árini.

 

31 ára gamli Kaka, sum í 2007 varð kosin til heimsins besta fótbóltsspælara skifti í gjár til AC Milan. Sky Sports veit at siga, at Kaka er farin nógv niður í løn fyri at kunna koma aftur til AC Milan. Ein av høvðusorsøkunum til skiftið er, at Kaka ynskir at sleppa á brasilska landsliðið. Brasil er vertur fyri HM endaspælinum komandi summar.

 

Kaka er fyri tað mesta sloppin undan teimum negativu yvirskiftunum, men tað er einki at ivast í, at talan er um eitt kempi flopp av einum keypið. So er spurningurin um Gareth Bale verður ein nýggjur Cristiano Ronaldo ella ein nýggjur Kaka.