Stóra NEVZA-meistarakappingin fyri U19-landslið endaði við hátíðarhaldi og borðhaldi í Dansifrøði, har Tórshavnar kommuna var vertur.
Samstundis blivu øll heiðursmerkini handað, umframt at bestu spælarar hjá bæði kvinnum og monnum í kappingini blivu heiðraðir og settir á sonevnda All Star-liðið.
Her eydnaðist Føroyum at fáa ein spælara við í »fína selskapið«, tá Eina Kalsø varð kosin besti hevari í kappingini hjá kvinnunum og tí slapp upp á pallin saman við øðrum sera góðum spælarum
– Hetta er ein stór æra, tí hetta hevði eg slett ikki væntað. Og tað var eisini fantastiskt, at vit vunnu silvur. Bara spell, at vit ikki spældu betur í finaluni í dag, segði Eina, tá hon hevði fingið handað eina plátu við gravering sum staðfesting av heiðrinum.