Ein yvirmaður fer við øllum

Jan Højgaard, formaður í FF, sigur, at bara tann eini yvirmaðurin umborð á Carlton hevur fingið meira í lønarhækkan, enn ósemjan millum FF og reiðaríið snýr seg um Herfyri vístu dekkarar, sum nú bíða eftir at sleppa umborð aftur á Carlton, á, at samstundis sum yvirmenninir eru gingnir við til lægri býtisprosent, hava teir í staðin fingið ein størri part av hýruni. Dekkararnir vístu á, at áður fekk skiparin 1,6 part av 27% umframt frítíðarløn, men í dag fær hann 2,75 part av 20%.

- Hetta gevur skiparanum umleið 12.000 krónur meira fyri hvørja miljón, sum skipið fiskar, og er soleiðis eingin lækking - men ein hækking, søgdu teir.

Á heimasíðuni hjá Føroya Fiskimannafelag, sigur felagsformaðurin, at umboð fyri reiðaríið hava ført fram, at teir fáa ikki yvirmenn umborð, um hesir ikki fáa ein størri part av ?køkuni?.

- Men nú síggja vit, at hetta er ikki rætt, tí yvirmenn sigla fegnir sum dekkarar við skipinum, sigur Jan Højgaard.

Í stuttari grein á heimasíðuni sigur hann, at bara ein av yvirmonnunum við Carlton hevur fingið meira í lønarhækkan enn tær 900.000 krónurnar, sum ósemjan millum FF og reiðaríið snýr seg um.

- Vit hava einki ímóti, at yvirmenninir tjena væl, men hetta skal ikki takast frá okkara limum, sigur formaðurin í Føroya Fiskimannafelag.