Ein yvirlækni afturat fingið sekkin

Leiðslan á Ríkissjúkrahúsinum hevur sent ein yvirlækna afturat til hús fyri at hava keypt málningar og annað fyri pengar, sum hann hevði fingið til gransking.

Yvirlæknin, sum hevur arbeitt á hjartadeildini á Ríkissjúkrahúsinum, hevur keypt list og ymsan húsbúnað tey seinastu trý árini fyri granskingarpengar.

 

Hann hevur fingið sekkin og fær sostatt somu lagnu sum ein starvsbróður hansara á hjartadeildini, sum varð koyrdur til hús fyri stuttum fyri at hava misbrúkt granskingarpengar, skrivar Jyllandsposturin.

 

Yvirlæknin, sum er koyrdur til hús nú, brúkti 210.000 granskingarkrónur í árunum frá 2010 til 2013 til málningar, borð, eina ljósakrúnu og annað.

 

Sambært blaðnum greiddi yvirlæknin frá, at hann skuldi brúka innbúgvið á skrivstovu síni á Ríkissjúkrahúsinum, men tað vísti seg, at hann hevði tað heima við hús.

Leiðslan á Ríkissjúkrahúsinum kannar nú, hvussu læknarnir á hjartadeildini hava brúkt pengarnar, sum teir hava fingið til gransking. Sjúkrahússtjórin, Jannik Hilsted, hevur sagt, at kanningarnar kunnu enda við, at málini verða latin løgregluni.