Ein yngri útgáva av The Beatles ávegis

James McCartney tosar nú við aðrar “Beatles synir”, og royna at stápla ein yngri Beatles bólk á beinini.

 

Tað verður ringt at liva upp til The Beatles. Men tað er júst tað, sum 34 ára gamli sonurin hjá Paul McCartney ætlar sær at royna. Hann sigur í einari samrøðu við BBC, at hann hevur samband við Sean Lennon, Dhani Harrison og Zak Starkey, og at hesir tosa um at gera ein bólk saman.

 

James McCartney sigur, at sonurin hjá Ringo Starr, Zak, ikki hevur stundir at vera við í bólkinum, tí hann eitt nú er eftirspurdur handan trummurnar í The Who, men at hesin hevur ein beiggja, Jason, sum eisini spælir trummur, og sum hevur áhuga í at verða við í nýggja bólkinum.

 

- Eg eri til reiðar, og tað sama eru Dhani og Sean, sigur James við BBC.

 

Hann væntar og vónar, at hansara ætlanir vera til veruleika innan leingi.

 

Teir fýra Beatles synirnir spæla allir tónleik, men tó má sigast, at teir neyvan eru eins vælumtóktir sum páparnir.