Fiskivinna
Í seinastu viku frættist, at felagið í Klaksvík, sum fyrst rak Næraberg og seinni Atlantic Navigator, er komið rættiliga langt við einum øðrum skipi, sum sambært keldum hjá Sosialinum kalllast Voyager.
Keldurnar siga, at ætlaninar eru komnar so langt, at onkur av manningini, sum var við Atlantic Navigator, hevur fingið kjans við nýggja skipinum, eitt nú skiparin Brandur Nólsoy.
Einki endaligt
Hanus Hansen, stjóri í JFK-Troli, hevur ikki hug at gera nakrar serligar viðmerkingar til málið beint í løtuni, tí enn er einki endaligt, sum hann tekur til.
Reiðarin leggur kortini aftrat, at gongst, sum felagið ætlar, hevur hann vónir um, at málið verður endaliga greitt um heilt stutta tíð.
Spurdur, um skipið, sum felagið ætlar at seta í flotan fyri Atlantic Navigator, kallast Voyager og er eitt ídnaðarskip, sigur Hanus Hansen, at tað kann hann ikki siga í løtuni.
- Tað er ov tíðliga at siga nakað um hetta enn, tí so langt er málið ikki komið. Vit arbeiða við málinum, leggur hann aftrat.
Reiðarin váttar, at felagið hevur arbeitt við ymiskum møguleikum, siðan Atlantic Navigator fór úr føroyska fiskiskipaflotanum.
- Vit eru ógvuliga nær við eina loysn, um alt gongur, sum vit vilja, men best hevði verið, um tit bíðaðu við at skriva nakað, til málið er endaliga avgreitt, sigur Hanus Hansen.
Hava søkt
Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, váttar, at felagið í Klaksvík hevur søkt um ymiskar møguleikar at fáa annað skip í flotan fyri Atlantic Navigator.
- Felagið hevur samskift við Fiskimálaráðið um ymiskar møguleikar, og vanligt er, at umsitingin kunnar landsstýrismannin og kemur við einum tilmæli, tá ið málið er komið so langt, at tað er búgvið til støðutakan.
Bjørn sigur, at hann er ikki fullgreiður yvir, hvussu júst hetta málið liggur beint í løtuni, tí hann hevur havt so nógv um oyruni seinastu tíðina.
- Sum eg havi skilt, miðjar felagið í Klaksvík fyrst eftir eini fyribilsloysn, sum seinni skal gerast ein endalig loysn. Í hesum liggur, heldur landsstýrismaðurin, at felagið fyrst kemur við einum ídnaðarskipi – og seinni við einum verksmiðjuskipi, sum kann virka fiskin umborð.
Hann sigur, at felagið soleiðis hevur søkt um loyvir í ymiskum ”stigum”, men hvat endaliga fer at spyrjast burtur úr hesum, kann hann ikki siga beint í løtuni.
Eiga rættindi
Vit spurdu eisini Bjørn Kalsø, um felagið, sum rak Næraberg og seinni Atlantic Navigator, framvegis eigur hesi kvoturættindi.
- Siðvenjan og reglan plagar at vera, at tá ið eitt skip sum Atlantic Navigator fer úr føroyska fiskiskipaflotanum, hevur felagið, sum rak skipið, eina standandi tilsøgn um hesi rættindi í tvey ár. Soleiðis plagar tað at vera, og rættindini hjá Atlantic Navigator eru ikki flutt yvir á onnur skip í hesum tíðarbili, sigur landsstýrismaðurin.
Tá ið P/F Næraberg tíðliga í fjør summar kunngjørdi, at felagið fór at taka Atlantic Navigator úr føroyska fiskiskipaflotanum, tók spurningurin seg upp, um framleiðsluskylda liggur á hesum rættindum, soleiðis at tey ikki kunnu flytast yvir á møgulig ídnaðarskip.
Hóast fleiri royndir eru gjørdar at finna út av hesum, er spurningurin ongantíð veruliga svaraður.
Eitt sjónarmið hevur verið, at landsins myndugleikar kunnu ikki áleggja skipum framleiðsluskyldu, um lønandi vinnan ikki fæst burtur úr hesum.
Skiparin bíðar
Sosialurin hevur eisini vent sær til Brand Nólsoy, sum var annar av føstu skiparunum við Atlantic Navigator.
Vit spurdu, um hann hevur fingið kjans við einum møguligum ”voyager” við Hanusi Hansen sum reiðara.
Brandur sigur, at hann hevur verið heima, síðan hann var seinasta túrin við Atlantic Navigator hin 6. juli.
- Eg skal ikki dylja yvir, at eg havi bíðað og havi vónað, at okkurt fór at spyrjast burtur úr einum øðrum skipi, men eg havi onga viðmerking til ítøkiliga spurningin, um eg havi fingið kjans við einum øðrum skipi hjá felagnum ella ikki.
Brandur Nólsoy sigur, at tað er Hanus Hansen, reiðari, sum úttalar seg vegna felagið, og tað er í fyrsta lagi hann, sum arbeiðir við málinum um annað skip.