Ein Volvo-buss ættargranskari

Kim Løvenskiold hevur so stóran áhuga fyri B59 Volvo-bussum, at hann hevur leitað sær til Føroya við tí eina endamálinum, at granska bussin Toru, hjá Sámali Bláhamar í Havn. Kim hevur søguna hjá øllum bussunum av hesum slagnum, sum bygdir eru

Nú um dagarnar fekk Sámal Bláhamar í Havn forkunnuga vitjan av einum dana, við einum serligum áhuga.

Orsøkin til at hann júst vildi hitta Sámal Bláhamar var, at Sámal eigur ein buss av merkinum Volvo og sniðnum B59. Í Føroyum eru fleiri bussar av hesum salgnum, men tann hjá Sámali er ein serlig útgáva - og var hann upprunaliga bygdur sum jubileumsbussur til Volvo-verksmiðjuna í 1977. Í 1978 keypti danski ferðavinnukongurin Simon Spies bussin, sum hann nýtti til sínar marlætisferðir á donsku landavegunum.

Seinni keypti Sámal Bláhamar bussin, sum hann hevur kallað Tora, og er hann væl kendur í Føroyum, her hann eisini plagar at verða nýttur til serligar bussferðir.

Men aftur til vitjanina? Maðurin, sum vitjaði Sámal eitur Kim Løvenskiold, og hann hevur serligan áhuga fyri bussum - og serliga Volvo B59 bussunum, og ørindi hansara í Føroyum vóru bara at síggja bussin hjá Sámali, taka myndir av honum og annars »læra bussin at kenna«.

? Eg havi altíð havt sera stóran áhuga fyri bussum, sigur Kim, sum sjálvur arbeiðir við at selja bussar, koyra buss umframt at hann eisini skrivar greinar um bussar í ymisk buss-tíðarrit, bæði donsk og ensk.

Kim Løvenskiold sigur við Sosialin, at tað serliga er í Onglandi, at so stórur áhugi er fyri bussum, og serligu buss-entusiastafeløgini í Onglandi hava einar 50.000 limir. Um áhugin ikki er so stórur í Danmark, so eru tó fleiri danir, ið hava hendan áhuga, so mikið at tað verða givin út fleiri tíðarrit og bøkur um bussar.

Við á Sosialin hendan dagin hevði Kim ein langan lista av øllum B59 Volvobussunum, sum eru bygdir - minnist blaðmaðurin vóru teir gott og væl 2.000 í tali. Á hesum lista hevði hann allar upplýsingar um bussarnar, sum hann síðin roynir at dagføra - sum t. d. í hesum føri, har hann er komin til Føroyar at fregnast um, hvat gamli bussurin hjá Spies ger.

Og á listanum hjá Kim fingu vit hesar upplýsingar um bussin hjá Sámali: Bygginummarið er 001496, og er hann bygdur á verksmiðjuni í Jonckheere í Belgia. Undirvognurin og motorur (chassis) er VOLVO B59-55 frá 1977. Fyrsti eigari er VOLVO Buser Svøríki. Svenska skrásetingarnummar nummarpláta CBA 510.

Tá vit tosa um bussar - og um hvar bussarnir eru bygdir, so er tað ikki sum við bilum, at teir verða bygdir á einari verksmiðju. Tosa vit um ein Opel Astra, so vita vit, hvussu bilurin sær út. Men tosa vit um bussar er øðrvísi. Ein Volvo B59 - so segði hann - er eitt vítt begreb.

? Volvoverksmiðjan byggir bert rammuna við motori og undirvogni. Síðani eru nógvar verksmiðjur kring heimin, sum byggja bussarnar upp, sigur Kim Løvenskiold.

Sámal Bláhamar leggur afturat, at tað er sum at byggja skip. Tann, ið bíleggur bussin kann sjálvur gera av, hvussu bussurin skal síggja út, hvørji setur skulu nýtast, og hvussu hann annars skal verða innan.

Og vit spyrja Kim, hvat hann heldur um bussarnar í Føroyum:

? Jú, nógvir av teimum eru bygdir í Belgia, meðan flestu bussarnir í Danmark eru bygdir í Danmark.

Hann sigur, at Danmark er kent víða um fyri sítt góða handverk, og at Volvobussarnir, sum eru uppbygdir í Danmark, serliga teir úr Silkeborg, eru vælkendir fyri dygd og góðsku. Bussarnir úr Belgia eru knapt so væl kendir fyri dygd og góðsku, men prísirnir eru har eftir, sigur hann.

? Tað er eisini so ymiskt, hvat bussánarar úr ymsu londunum leggja dent á. Summir vilja bara hava bíligar bussar, meðan eitt nú danir leggja stóran dent á, at bussarnir eru behagiligr at sita í, og at umhvørvið inni í bussunum er gott, sigur Kim.

Kim Løvenskiold vildi eisini fegin sloppið at granskað teir bláu bussarnar hjá Bygdaleiðum, men tað eydnaðist honum ikki hesaferð. Hann hevur eisini spurt seg fyri á Bileftirlitinum, um hann kundi fáa ein lista yvir allar bussarnar í Føroyum við ymsu upplýsingunum, men tað bar ikki til. Kim heldur tað helst vera tí, at eingin í Føroyum er vanur við, at fólk hava áhuga fyri slíkum.

? Men skipalistarnir eru almennir og í álmanakkunum fært tú allar upplýsingar um skipini - soleiðis skuldi kanska eisini verið við bussum, heldur Sámal Bláhamar, sum eftir hesa vitjanina er vorðin ikki sørt bitin av hesum ítrivi.