Ein vitjan sum ikki kann mátast í krónum og oyrum

-Fyri Føroya Landsstýri og tjóðina sum heild hevur ein vitjan sum henda við boðskapi um veruligan frið týdning, sum ikki kann mátast í krónum og oyrum og skal eg tí takka fyri, at tit komu hendanvegin at vitja segði Karsten Hansen, landsstýrismaður, tá hann helt røðu fyri Logos 2 og stóru altjóða manning tess. Logos 2 kom á Havnina leygardagin. Vit prenta røðu hansara.

 









Trúboðaraskip

Karsten Hansen




-Eg kenni tað sum ein framíhjárætt at hava fingið litið upp í hendur at standa her í dag umboðandi Føroya Landsstýri og bjóða Altjóða trúboðanarskipinum, Logos 2 við skipara og manning at verða hjartaliga vælkomnum til Føroyar.


At fáa vitjan av skipi, mannað við 200 persónum úr 40 ymiskum londum og við uppruna úr øllum heimspørtum er í sær sjálvum ein serstøk hending, sum ikki bara fer aftur við borðinum men sum seint verður gloymd.


Tá hugt verður nærri at hesi hending, verður ein varugur, at tað ikki snýr seg um eitt av teimum vanligu ferðamannaskipum, sum vitja Havnina á hvørjum sumri, við fólki, sum ynskja at fáa ein farra av hesum vøkru veðurbardu oyggjum í Norðuratlantshavi, samstundis sum tey á ymiskan hátt ynskja at njóta lívið umborð á stásiliga skipinum.


Nei, her talan um skip við 200 persónum, sum koma frá sera ymiskum korum, tungumálum, húðaliti, londum og ættarbólkum, frá ymiskum kirkjum og samkomun, menn og kvinnur í ymiskum aldri, tó mest ung í lívsins fagrasta blóma, sum í flestu førum kundu raðfest á heilt annan hátt.


Hvat hevur so hesin blandaði hópur av fólki til felags!


Jú, tey hava lagt tann fyri okkum onnur vanliga gerandisdagin til síðis fyri í longri ella stytri tíð uttan løn frá jørðiskum arbeiðsgevara.


Hettar fyri at verða við til at breiða út Evangeliið - Orð Guds - boðskapin um friðin, sum ber av øllum.


Myndugleikarnir, vinnulívið og einstaklingar brúka nógva orku upp á at raðfesta, hvussu, nær og hvar íløgur eiga at verða gjørdar.

Neyðugt er alla tíðina at hava fyri eygað: er tað, sum vit gera løtuvinningur ella røkkur tað fram í tíðina? Hevur ein raðfest skeivt kann verða talan um at ábyrgdast fyri hetta. Bíblian greiður okkum gjølla frá týdninginum hjá eini tjóð og hjá tí einstaka menniskjanum at raðfesta rætt, fyri at gangast skal væl í landinum.


Raðfest tey æviguvirðini

Felagsskapurin OM og manningin á Logos 2 hava raðfest tey ævigu virðini, tað at boða Evangeliið út um allan heimin - at hava stórsta og í seinasta enda einasta týdning fyri menniskjuni, at tey hava møguleika at hoyra, lesa og taka ímóti boðskapinum.


Spyrjast kann, hvussu ber tað til hjá felagsskapinum OM at hava 2500 fólk virkandi í fulltíðartænastu í 80 ymiskum londum og umborð á 2 skipum, uttan at verða á nakrari fíggjarlóg, ella at hava arðar fastar inntøkur. Tað er at undrast yvir, at tit hava nátt at hava vitjan av áleið 6 milliónum fólkum, bara í samband við hettar skipið.


Hvussu ber tað til, at so mong menniskju við so ymiskum korum kunnu liva í friði hvør við annan í so langa tíð umborð á einum skipi, har tey liva tætt upp at hvørjum øðrum, tá heimurin annars venar seg alsamt í størri og minni álvarsomum kreppum og ófriði!

Ómetaligar kreftir blíva brúktar upp á at tingast um frið við luttøku av heimsins stórstu leiðarum, teir undirskriva eina avtalu fyri og aðra eftir og útsend verða friðarvarveitandi herlið. Tað hevur higartil víst seg ógjørligt hjá menniskjum at skapa varðandi frið. Hevur hetta ikki júst samanhang við tað, sum stendur í Jóh. 14, 27 Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; Ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum.


Fyri Føroyska fólkið hevur ein slík vitjan sera stóran áhuga, fólkið sum heild hevur stóran áhuga í orði Guds, mong kenna onkran av teimum áleið 150 landsmonnunum, sum hava virkað og enn virka hjá OM. Og so tað serliga at boðskapurin gongur út frá einum skipi.


Fyri føroyingar, sum liva og hava livað av tí, sum sjógvurin gevur - áður ofta við við vánaligum skipum og bátum - hevur tað frá gamlari tíð av verið siðvenja umborð á skipi at halda møti og lesa lestur, og mangir eru teir føroyingar, sum kunnu siga frá, at teir hava fingið frið við Gud umborð á skipi. Sjálvt um tíðirnar eru broyttar, og skipini blivin betur, er tað enn so á mongum skipum, at møtir verða hildin ella lestur lisin.


Fyri Føroya Landsstýri og tjóðina sum heild hevur ein vitjan sum henda við boðskapi um veruligan frið týdning, sum ikki kann mátast í krónum og oyrum og skal eg tí takka fyri, at tit komu hendanvegin at vitja. Tað er ikki minni áhugavert, at ein føroyingur er á brúnni á hesum stásiliga skipi sum júst hevur lagt til bryggju. Eisini ein tøkk til tykkum, sum her heima so meistarliga hava skipað fyri. Harrin signi vitjanina og tað fólk, sum her búleikast. Takk fyri.



Karsten Hansen