Ein vitjan í Lávusarhúsi í Leirvík

- Í Lávusarhúsi er hugnaligt, og her fæst altíð ein drekkamunnur, sigur Hallbjørg Eliassen, sum er ein av mongum kvinnum, sum eiga vørur her.

 

 

Í hugnaliga Lávusarhúsi í Leirvík er nú opið frá mánadegi til og við leygardag – heilt fram til sunnudagin 22. desember, tá opið verður frá klokkan 16 til 20. Nú jólini nærkast er opið hvønn yrkadag frá klokkan 19 til 21, men leygardagin komandi, sum er hin 7. desember, verður opið heilt frá klokkan 12 til 17.

Hallbjørg Eliassen í Leirvík sigur, at í húsunum hava tey hópin av heimavirkaðum pløggum, lutum og ymiskum jólaprýði. - Øll eru hjartaliga vælkomin á gátt, tí her hava vit altíð ein drekkamunn, eins og fólk hava høvi at keypa sær okkurt gott afturvið.

Hallbjørg Eliassen sigur, at Lávusarhús í Leirvík er opið alt árið, týskvøld og hóskvøld frá klokkan 19 til 21 og leygardag frá klokkan 14 til 17. Men, nú vit eru komin inn í jólamánaðin, eru húsini meira opin.

Hon vísir á, at tað er Eysturkommuna, sum eigur húsini, og síðan er tað ein áhugabólkur við kvinnum, sum skiftast um at vera í handlinum, tá hann er opin. - Eg haldi, at vit eru út við 30 kvinnur tilsamans, sum eiga vørur í Lávusarhúsi og sum soleiðis skiftast um at vera í handlinum.

Hallbjørg Eliassen sigur, at tað eru mest kvinnur, sum lata vørur í handilin at selja, men onkur einstakur maður er, sum arbeiðir við træi.

Hon sigur, at seinnu árini hava tær eisini havt tvær verkstovur í Lávusarhúsi um árið – eina um várið og eina um heystið. - Vit hava soleiðis verkstovur í húsinum, har vit eitt nú hava lært at binda bundnaturriklæði.

Vanliga varar ein verkstova fimm týskvøld hvørja ferð, og undirtøkan hevur verið góð, leggur Hallbjørg Eliassen aftrat.

##med2##