Ein ávis matolja kann verða heilsuskaðilig

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar fólk ímóti at brúka hesa ávísu oljuna

 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan ávarar nú fólk ímóti at brúka eitt ávíst slag av matolju, sum er at fáa í Føroyum. Talan er um »Green Choice økologisk sesamfrø olie, koldpresset« sum ávarað verður ímóti.

Talan er um fløskur við 250 millilitrum í, og sum eru best fyri 8. juni, 3. august og 28. august í ár.
Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at orsøkin til ávaringina, er, at tað er ov nógv av eiturevninum, ethylenoxid, í oljuni. Og ethylenoxid er eitt evni, sum er heilsuskaðiligt at eta.

Tí mælir Heilsufrøðiliga starvsstovan fólki, sum liggja inni við hesi oljuni, um at lata vørurnar aftur hagar tær eru keyptar, ella beindar tær burtur.