Hjá teimum, sum í mansaldrar politiskt hava livað av at billa føroyingum inn, at tað er studningur frá dønum, sum eigur lívið í teimum, er tað nú knapliga vorðið ?óvirðiligt? at nyta henda sama studning at gjalda rentur og avdráttir við.
Aftur og fram er líka langt
Fíggjarpolitikkurin hjá hesum politikarum tykist at síggja soleiðis út:
Danir skula gjalda føroyingum 900 miljónir um árið í blokkstuðli. Pengarnir skula brúkast til almannaverkið, heilsuverkið og skúlaverkið.
Samstundis skula føroyingar gjalda landskassanum skatt. Av skattinum skula 900 miljónir brúkast til rentur og avdráttir, sum verða goldin statskassanum.
Hetta er ein virðilig støða, siga teir. Fíggjarpolitikkur, sum dugir!
Teir vilja ikki ásanna, at aftur og fram er líka langt.
Undanførslur
Eitt annað, sum liggur í argumentunum hjá hesum somu trongstøddu politikarum, er, at føroyingar skula ikki vága sær at gretta orð um frælsi so leingi, skuldin til statskassan ikki er afturgoldin.
Vorðið sum tvætl. Danmark hevur stóra uttanlandsskuld, men er ikki politiskt ófrælst av teirri grund. Og um nú føroyingar høvdu skyldað japanarum og ikki dønum 5,7 miljardir krónur - skuldu Føroyar so hoyrt undir Japan?
Alt hetta er bert túnatos. Bara undanførslur. Blokkstuðulin kann eins væl og annar peningur brúkast til rentur og avdráttir. Og føroyingar kunna gerast frælsir, sjálvt um teir skylda statinum nakrar miljardir.
Tað ber til at vísa sín frælsisvilja í dag - á fólkatingsvalinum.
Finnbogi Ísakson