Ein virðing fyri okkara arbeiði

Eftir at hava samráðst síðani í summar, varð nýggjur sáttmáli undirskrivaður í gjárkvøldið millum Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Almanna- og Heilsurøktarfelagið og Psykiatrifelagið hinumegin borðið.

Argir: - Nýggi sáttmálin er ein viðurkenning frá Fíggjarmálaráðnum av arbeiði okkum sum heilsurøktarar, siga Jóhanna Køtlum og Sjúrður Norðbú, sum hava samráðst saman fyri bæði feløgini.

Nýggi sáttmálin er galdandi fram til 1. oktober 2010 og er, sambært teimum báðum eitt greitt tekin um, at virðingin fyri arbeiðinum hjá heilsurøktarum kann lesast millum linjurnar í sáttmálanum.

- Í míni verð tóktist lítil ivi vera um, at tey untu okkum ein slíkan sáttmála, sigur Sjúrður Norðbúð við einum brosi.

Formenninir í báðum feløgunum eru samdir um, at samráðingarnar hava gingið sera væl – og hava verið merktar av virðing millum báðar partarnar.

Í Almanna- og Heilsurøktarfelagnum og Psykiatrifelagnum eru pleygarar, heilsurøktarar, sjúkrahjálparar, ítrivsvegleiðarar, neurofysiologassistentar og røktarheimsassistentar.


Ein sáttmáli – eitt felag

Almanna- og Heilsurøktarfelagið og Psykiatrifelagið hava áður bæði samráðst fyri seg og saman, men við hesar samráðingarnar var eingin ivi um, hvat rættast var at gera.

Hetta hava verið góðar samráðingar og í góðum anda. Feløgini arbeiða saman og halda til undir somu lon, og sum skilst er áhugi fyri at arbeiða fram ímóti, at tey so líðandi fara at gerast eitt einstakt felag fyri heilsurøktararnar.

Hetta byrjandi samstarvið kunnu teir umleið 300 limirnir í báðum feløgunum longu fegnast um. Eitt úrslit av hesum er, at tað besta úr báðum sáttmálunum er sligið saman í ein góðan sáttmála fyri allar heilsurøktararnar kring landið.

- Her er nógv nýtt og gott í sáttmálanum. Talan er hálvavegna um eina upprudding í teimum undanfarnu sáttmálunum og ein útgreining, og tí kunnu vit ikki annað enn vera fegin um úrslitið, siga tey bæði.


Vandaviðbót

Í sáttmálanum hjá Almanna- og Heilsurøktarfelagnum og Psykiatrifelagnum eru mong viðurskifti, sum uttan iva fara at gera sítt til at fleiri og fleiri hava hug at velja hetta arbeiðið sum yrkisleið teirra.

Í sáttmálanum er millum annað orðið førleikamenning komið inn, eins og eitt slóðbrótandi arbeiði er gjørt fyri at fáa eina sonevnda funksjónsviðbót inn, har møguleiki er hjá heilsurøktarum at arbeiða við verkætlanum í arbeiðstíð. Lønartalvan er eisini regulerað, og eftirlønin er hækkað úr 12 upp í 15,8 prosent. Sáttmálin sigur eisini, at henda nú somuleiðis verður roknað av meirtímunum hjá limunum í feløgunum báðum.

Lønin er altíð viðkomandi í slíkum samráðingum. Lønin hækkar til sama støðið sum hjá øðrum fakfeløgum – og sum skilst verður arbeitt fram ímóti at allir bólkarnir fáa einu og somu lønartalvuna.

- Eitt annað punkt er, at vandaviðbótin hækkar við 100 prosentum. Og tað fegnast vit sjálvandi um, siga Jóhanna og Sjúrður.