- Ein virðiligur samspælari

Seinnapartin í dag verður móttøka í hølunum hjá Bláa Krossi, nú Hjalmar Hansen tekur við sum aðalskrivari.

Nýggi aðalskrivarin kennir væl til arbeiðið hjá felagsskapinum, og hann hevur gjørt sær sína hugsan um leiklutin hjá Bláa Krossi, og ikki minst um tað at hjálpa teimum, ið hava trupulleikar av rúsdrekka og rúsevnum.

– Tað er sakin, ið má profilerast, ikki bara felagsskapurin. Eg vóni, at vit í Bláa Krossi kunnu vera ein virðiligur samspælari á sosiala økinum.

- Eg vóni eisini, at vit saman við øðrum kunnu hjálpa teimum, sum eru komin í trupulleikar, og forða fyri at onnur koma í trupulleikar, sigur Hjalmar.