- Vinnuliga hava seinnu árini verið ein katastrofa fyri Vestmanna við tað, at fleiri skip eru seld av bygdini, samstundis sum fiskavirkið hevur staðið stongt.
Tað sigur borgarstjórin í Vestmanna kommunu, Pauli T. Petersen.
- Í løtuni er einki virksemi á fiskavirkinum, men seinastu 2-3 sumrini hava tey arbeitt makrel á virkinum. Soleiðis, sum eg havi skilt, er ætlanin aftur í ár at arbeiða makrel á virkinum.
Tað eru privatpersónar, sum eiga fiskavirkið í Vestmanna í dag.
Gjøgnum alla ta tíð, sum borgarstjórin minnist og eisini langt fyri hansara tíð, var Vestmanna væl fyri hvat fiskiførum og fiskiloyvum viðvíkir. Men, í dag eru fá skip eftir, tí vinnulívið í bygdini hevur valt at selja skipini úr økinum.
- Eftir av skipum í Vestmanna í dag eru ísfiskatrolarin Vesturbúgvin og trolbáturin, Skálafossur. Vestmenningur og Fram eru seldir, og sama er við Grønanesi. Fara vit nøkur fá ár aftur, áttu vestmenningar eisini ísfiskatrolararnar, Nornagest og Columbus.
Pauli T. Petersen sigur, at Vestmanna soleiðis gjøgnum nógv ár hevði eitt stórt virksemi innan fiskiskiparakstur og fiskavirkisvinnu.
- Vestmanna var ein fiskivinnubygd burtur av, men nú er hetta grundarlagið burtur. Flestu kendu Vestmanna sum bygdina við blomstrandi skipa-og fiskavirkisvinnu.
Borgarstjórin sigur, at tað er ein øgiligur saknur ikki at síggja skipini landa og ikki at síggja virksemi niðri á bryggjuni longur.
- Eg trúgvi eisini, at hetta pínir nógv millum fólk, tí nógvir vestmenningar eru framvegis sjómenn, sigur Pauli T. Petersen.
Hann heldur kortini ikki, at vestmenningar eiga at stara seg blindar í tí, sum var og sum ikki er í løtuni.
- Vit eiga at trúgva upp á, at vit koma í gongd aftur, eisini vinnuliga á sjógvi og landi. Eg síggi altíð positivt upp á dagin, og eg trúgvi, at vit her í Vestmanna fara at koma sterkt aftur - eisini vinnuliga, sigur Pauli T. Petersen, borgarstjóri.