Ein vinmaður færri

– til minnis um Poul Beder
1962 - 2010

Lítið vardi tað meg, góði Poul, at tað næstseinasta vikuskifti fyri jól skuldi verða seinastu ferð, vit báðir tosaðu saman, og at eg bert fáar dagar seinni skuldi vera við til at bera teg í kistu úr kapellinum á Landssjúkrahúsinum og inn í Vesturkirkjuna.
Tú, sum framvegis var í bestu árum, so lættur, stutt­ligur og trúgvur, sum nak­ar kundi hugsa sær. Ótalligar eru tær løturnar, har vit báðir einsamallir ella saman við øðrum góðum fólki hava sitið og hugnað okkum saman. Haldi ikki, at eg havi flent meira saman við nøkrum øðrum persóni, enn við tær, góði Poul. Við tínum lætta suðuroyarlyndi og smittandi látri var tú altíð eitt natúrligt miðpunkt, har tú var. Altíð visti tú um onkra stuttliga hending ella eina góða søgu, sum vit kundu liggja skerflatir av í látri.
Serliga var tað tíðin, tá vit báðir sum blaðungir stóðu í ávikavist skrivstovu- og bankalæru og kvøldini gingu við handilsskúla. Ein tíð, sum var ómetaliga stuttlig og gev­andi, hóast hon helst gav meira á tí menniskjansliga enn á fakliga økinum. Nakað, sum serliga tú vendi aftur og aftur til, tá vit hugnaðu okkum og tosaðu um gamlar dagar. Tað var jú her vit komu at kennast og saman við øðrum vinfólkum høvdu mangar ógloymandi løtur.
Í nógv ár var tú ein nærlagdur og góður familju­maður, og eg veit, at tað nívdi teg nógv, tá hjúnalagið fór fyri bakka fyri nøkrum árum síðani. Haldi ikki, at tú nakrantíð komst teg yvir tað. Men slíkt hendir fyri so nógv, og er sum so onki at gera við.
Tú gekst høgt upp í at halda sambandið so gott sum møguligt við tíni trý væl undankomnu og dámligu børn, og eg veit, at tey vóru altíð fremst í tínum huga.
Tú var arbeiðssamur, dugna­ligur og virkaði í nógv ár sum tollari við longum arbeiðsdøgum. Við síðuna av hesum hevði tú bókhald fyri fleiri fyritøkur og ein­mannsvirki. Seinnu árini gear­aði tú niður við at koyra hýruvogn og hava eitt sindur av bókhaldi við síðuna av.
Tú hevur verið sera trú­fastur ímóti tínum vinfólkum, sum tú hevði nógv av, eins og tú var familjukærur mót­vegis systkjum og teirra børn­um. Serliga tætt var sam­band títt við eitt ár yngra bróðir tín, Egil, sum eg veit saknar teg ómetaliga nógv, eins og hini systkini og familjan gera. Tit upplivdu at missa pápa tykkara sum smádreingir í Vági, og hetta hevur uttan iva havt stóra ávirkan á uppvøksturin og lívið seinni. Pápi tykkara doyði longu sum 49 ára gamal, og í síðstu viku 17. februar hevði tú sjálvur fylt 49 ár, men soleiðis skuldi tíverri ikki verða.
Góði Poul, saknurin hjá mær og øllum teimum, sum stóðu tær nær, er stórur, nú tú ikki longur ert okkara millum. Ein minni at ringja til og práta við í góðum sum minni góðum løtum.
At tú var væl umtóktur sást á tí stóra fylginum, sum var komið at siga tær eitt seinasta farvæl leygardagin 18. desember.
Eg kundi skrivað so nógv meir um mínar góðu upp­livingar saman við tær, góði Poul, men vejli at goyma hes­ar í minninum.
Sum troyst í sorgini hjá tykkum Rannvu, Rana, Randi, Sigvør og systkini við familju, kann eg vissa tykk­um um, at tit høvdu alt at týða fyri hann.
Æra verið minnið um mín góða vinmann, Poul Beder.
-----------------
-Kári