Ymiskt er, hvussu veðrið hevur skikkað sær í morgun. Onkrastaðni hevur tað verið ein friðaligur morgun, men aðrastaðni hevur verið heilt fitt av vindi.
Í Syðrugøtu vóru hvirlurnar sera naskar, og ein teirra megnaði at loysa eina plátu av klædninginum av einum serhúsum. Plátan loysnaði tó ikki heilt, og bjargingarfólk fingur fest hana aftur.
Annars er eingin fráboðan komin til løgregluna í nátt ella í morgun.
Framvegis er tó nógvur vindur ymsastaðni. Á Norðradalsskarði, Ørðaskarði og Porkerishálsi er stormur og upp í 32 m/s í hvirlunum. Á Heltnini á Oyndarfjarðarvegnum er hvassur vindur og upp í 31 m/s í hvirlunum. Í Kaldbaksbotni og á Velbastaðshálsi er ikki so nógvur vindur, men upp í 28 m/s í hvirlunum.