Ein vinaligur lestrarbýur

Næststørsti býurin í Danmark, Århus, er sera vinaligur og hugnaligur býur, sum passar væl til føroysku sálina. Har er alt, sum annars finst í einum stórbýi, samstundis sum tað lítla og heimliga framvegis er tøkt

Tað búgva rættiliga nógvir føroyingar í Århus. Teir allarflestu eru í lestrarørindum, og er her talan um fleiri hundrað. Hesir hava teir flestu, saman við fastbúgvandi føroyingum í býnum, tikið seg saman í Føroyingafelagið í Århus. Eitt sera virkið felag, sum millum annað gevur út blaðið Áarósan.

Áarósin viðger vanliga evni, sum uppi eru millum útisetarnar í býnum. Men sjálvandi verður eisini nomið við annað. Eitt nú aktuel evni úr Føroyum.

Seinast í februar kom út ein serútgáva av Áarósanum. Hendan útgávan var um útbúgvingar og teir møguleikar, ein sum lesandi føroyingur hevur í Århus.

Ein fastur táttur í teimum bløðum, sum komin eru frá Føroyingafelagnum, er tátturin, har fólk skriva um ta útbúgving, tey eru farin undir. Soleiðis skrivar ein um, hvussu tað er at lesa til kosmetolog, ein annar um musiklesnað, ein triðji um at lesa teologi og so framvegis. Møguleikarnir eru nærum óteljandi, og útbúgvingarnar umtrent líka nógvar sum føroyingarnir í býnum.

Talið av lesandi føroyingum í Århus er eitt sindur skiftandi. Tað vísti seg, at miðskeiðis í nítiárunum vóru rættiliga nógvir lesandi føroyingar í býnum. Um tað var kreppan heima í Føroyum, sum gjørdi, at fólk søktu sær útbúgving uttanlands, er ikki til at siga. Men ein sannroynd er, at talið er minkað nakað seinnu árini.

Føroyingarfelagið í Århus heldur, at tað er rætt, at føroyingar, sum koma til Danmarkar at lesa, eiga at koma til Århus. Og fyri at kunna eitt sindur um møguleikarnar fyri hesum, hevur felagið nú savnað greinar, sum viðgera útbúgvingarnar og møguleikarnar annars í býnum í eina serútgávu av Áarósanum. Blaðið er sent føroysku pressuni, bókasøvnum og skúlum. Her verður umframt útbúgvingum eisini greitt frá íbúðarmøguleikum og øðrum umstøðum í býnum.

Tað er soleiðis, at fólk, sum koma nýggj til Århus, kanska hava eitt sindur trupult við at koma til sættis. Men her er Føroyinafelagið ein sera góður vinur at venda sær til. Felagið vil fegið hjálpa teimum, sum koma nýggj og ókend niður at lesa ella á annan hátt at búseta seg í Århus.

Umframt at finna serútgávuna av Áarósanum á skúlum og bókasøvnum, kunnu fólk, sum hava ætlanir um at fara uttanlands til dømis í summar, venda sær til Føroyingafelagið í Århus at fáa vegleiðing og stuðul.

Til ber at ringja á tlf. nr. 0045 86 18 06 04, sum eisini er telefaxnummarið hjá felagnum.

Og tað ber sjálvandi eisini til at fara inn á heimasíðuna hjá Føroyingafelagnum.

Adressa har er: welcome.to/aarstova

e-mail adressan er: aarstova@teliamail.dk

Adressan hjá Føroyingafelagnum er:

Den Færøske Forening

Vestergade 48 D

DK 8000 Århius C