At russar nú seta bann fyri innflutningi av føroyskum alifiski, kemur ikki óvart á teg. Tú heldur at alivinnan hevur sjálv skuldina av, at so er, tí at kanningarfólkini vóru her í mai. Og tí skuldi alivinnan fyri langari tíð síðani havt fingið hesi viðurskiftini í rættlag, áðrenn bannið gjørdist veruleiki.
Eg vil geva tær hesa viðmerking:
Tað er rætt, at russiski myndugleikin var her í mai. Undir sjálvari vitjanini, fekk alivinnan onga frágreiðing um teirra niðurstøðu. Tann 25. juli hoyra vit hesi úttalilsi í fjølmiðlum, at:
Ongi av føroysku laksavirkjum vóru tikin av góðkenda listanum orsakað av staðfestingum á sjálvari vitjanini. Treyðugt so; virkini hava fingið fráboðan um fleiri frávik frá russisku saniteru reglunum og skulu sjálvandi rætta hesi frávik. Heilsufrøðiliga starvsstovan fylgir við rættandi atgerðunum og samskiftir við Rosselkhoznadzor (matvørueftirlitsmyndugleikan í Russlandi). So sæst hvat russar fara at gera.
Tann 26. juli móttekur alivinna eina frágreiðing um staðfestu frávik.
Tann 11. august koma boð frá russisku veterineru myndugleikunum um, at fiskavørur frá føroyskum laksavirkjum ikki kunnu innflytast til Russlands eftir 01.09.2008.
Her hava onga ávaringarklokkur ringt. Og russar eru heldur ikki komnir aftur til Føroya at kanna eftir, um virkini eru farin í holtur við at rætta staðfestu frávik, áðrenn teir seta bannið.
Vert er eisini at nevna, at beint eftir russisku vitjanina, fekk eitt laksavirki eina IFS/BRC góðkenning, sum er eitt tað flottasta certificat, tú kanst fáa. Men tað er ikki nóg mikið fyri russisku saniteru myndugleikarnar.
So ein áheitan til tín, harra konsul! Set teg inn í sakina, áðrenn tú úttalar teg um, at alivinna sjuskar!