Eyðgunn Samuelsen ristir á høvdinum um røðu løgmans á ólavsøku.
- Nógv av tí, sum hann sigur, hevur als einki hald í veruleikanum, sigur hon.
Løgmaður tosar um at raðfesta eitt nú útbúgving, gransking og vælferð, og hann sigur, at Føroyar eru ikki á veg til at gerast eitt stættarsamfelag.
- Veruleikin er ein heilt annar. Játtanin til Fróðskaparsetrið er skorin við einari mió. krónum. Hann tosar um at fáa fleiri útbúgvingar á setrinum, men eingin peningur er settur av til tær, sigur Eyðgunn Samuelsen.
Hon trýr ikki upp á búskaparligan vøkstur av flatskattinum.
- Tað einasta, vit hava fingið burturúr, at seldir verða fleiri bilar. Og tað er tí, at tey ríku hava fingið skattalætta. Ójavnin millum rík og hini er vaksin nógv.
Løgmaður tosar um at menna matvøruframleiðsluna.
- Hatta er júst tað sama, sum hann segði í fjør. Tað stendur á síðu fimm í røðuni í fjør, sigur Eyðgunn Samuelsen, sum hevur hesa stuttu lýsing av røðuni:
- Ein veruleikafjar røða.