Ein verður ikki við

Fimm av seks av leikarunum frá Friends fara at vera við, tá NBC í næstum ger ein nýggjan part í røðini. Ein teirra, Matthew Perry, ella betri kendur sum Chandler, hevur ikki møguleika at taka lut í upptøkunum í USA.

 

Hann er upptikin av venjingum til sjónleikin The End of Longing, sum hevur undanfrumframførslu 2. februar. 

 

NBC fer at senda ein tveir tímar langan nýinnspældan part av Friends 21. februar fyri at heiðra James Burrows.

 

Møguliga fer Matthew Perry at taka lut, men í so fall verður tað ein upptøka úr London.