Ein váttlig vika fyri framman

Okkurt æli mánadagin, ælingur týsdagin og regn mikudagin.

Petur Skeel, veðurfrøðingur á Miðlahúsinum, væntar eina váttliga viku.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra veðurtíðindini.

 

Mánadagin seinnapartin verður lot av ymsum ættum, okkurt æli, men eisini sólglottar. Hitin millum sjey og 10 stig.

 

Týsdagin verður hvassur vindur av útnyrðingi og ælingur, men um kvøldið minni vindur og yvirhøvur turt. Hitin millum seks og níggju stig.

 

Mikudagin fyrrapartin verður hvassur vindur upp í skrið av landsynningi og regn. Seinnapartin minni vindur av útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum níggju og 12 stig.

 

Hósdagin og fríggjadagin verður andøvsgul upp í ein strúk av útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum sjey og 11 stig.

 

Mánanáttina fór eitt lágtrýst, 987 hPa. sunnanfyri Ísland í landsynning og dýptist. Týsnáttina fer lagtrýstið skamt vestanfyri Føroyar í landsynning og dýpist.