Sirm ella mjørki og okkurt æli. Tað eru boðini frá Peturi Skeel, veðurfrøðingi.
Tað verður lýtt, millum 10 og 14 stig alla vikuna, og lítið av vindi, fleyr til gul týsdagin, mikudagin og hósdagin, meðan fríggjadagin veksur hann vindin til gul til stívt andøvsgul.
Veðrið týsdagin:
Fleyr til gul av eystri ella av ymsum ættum og sirm ella mjørki, mn onkur sólglotti. Hitin millum 11 og 14 stig.
Mikudagin:
Fleyr til gul av landsynningi og sirm ella mjørki. Hitin millum 11 og 14 stig.
Hósdagin:
Fleyt til gul av suðri og útsynningi og um kvøldið okkurt æli. Hitin millum 11 og 14 stig.
Fríggjadagin og leygardagin:
Gul til stívt andøvsgul av vestri, leygardagin minni vindur. Okkurt æli fríggjadagin, annars turt og sólgottar. Hitin millum 10 og 14 stig.
Veðrið týsnáttina:
Ein hátrýstryggur frá Finlandi til Føroyar viknar nakað.
Veðrið mikunáttina:
Eitt brúgvalag í útnyrðing ú Føroyum stendur mest sum í stað.










