Eitt lágtrýst fer vestur um við regni og avfalli. Síðani streymar kaldari luft móti Føroyum av útsynningi. Sunnudagin fer eitt lágtrýst í ein landnyrðing tætt fram við Føroyum og í næstu viku streymar óstøðug luft yvir oyggjarnar av útsynningi.
Fríggjakvøldið og leygarnáttina klárar í, tó verður okkurt æli. Tað verður millum strúk í vindi upp í skrið av suðri og útsynningi, 13 til 18 metrar um sekundið, eina tíð verður stormur í hvirlunum, 23 metrar um sekundið. Alt døgnið verður millum 10 stig.
Leygardagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið. Samdrigið og sólglottar, men okkurt æli. Hitin um dagin um 10 stig, um náttina niður í 5 stig.
Sunnudagin verður stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 metrar um sekundið, men sum frá líður minkar hann vindin niður í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 metrar um sekundið. Sól og okkurt æli, men út á dagin fer at regna. Hitin verður millum 7 og 10 stig. Um kvøldið verður gul til stívt andøvsgul av eystri og landsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, samdrigið og regn, seinni klárar í og okkurt æli og hitin millum 5 og 8 stig.
Mánadagin verður gul til stívt andøvsgul av vestri ella norði, 5 til 10 metrar um sekundið. Turt, men skýggjað og hitin verður millum 5 og 8 stig. Um náttina verður lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 3 til 10 metrar um sekundið, samdrigið og regn og hitin millum 2 og 7 stig.
Týsdagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið. Sólglottar, men okkurt æli. Hitin alt døgnið millum 5 og 8 stig.
Mikudagin verður gul til stívt andøvsgul av útsynningi, 5 til 10 metrar um sekundið, sum øtlar upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 til 13 metrar um sekundið. Samdrigið og ælaveður og hitin millum 5 og 10 stig.