Ein vát ólavsøka í væntu

Veðurforsagnirnar fyri ólavsøkuna eru ikki tær bestu

 

Sambært DMI, Yr.no og veðurmanninum á føroysku Veðurstovuni, Andriasi Klein Gregoriussen, so kunnu vit rokna við eini vátari ólavsøku.

Við útvarpið í morgun segði Andrias Klein Gregoriussen, at vit kunnu rokna við eysturætt ólavsøkuaftan 5 til 10 metrar um sekundið vi regni í løtum og seinni við ælaveðri. Hann segði, at ólavsøkudag verða framvegis 5-10 metrar um sekundið av eystri, seinni av ymsum ættum. Vit kunnu rokna við samregni eitt skifti, og at tað klárnar móti kvøldið.

Hitin á ólavsøku verður millum 8 og 13 stig.

Sambært yr.no verður ólavsøkan eisini vát við regni ólavsøkuaftan. Norska veðurtænastan boðar frá regni millum 1,5 og 3,2 millimetrar allan dagin.

Ólavsøkunátt fer tað at regna 11 millimetrar sambært norsku tænastuni. Fyrrapartin regnar 3,3 millimetrar, seinnapartin 0,5 millimetrar, og um kvøldið sigur yr.no, at tað verður turt.