Ein ávaring til føroyingar sum ferðast til Barcelona

Tað gongur hart fyri seg í Barcelona í hesum døgum- eisini á flogvøllinum

 

Føroyingar, sum ferðast í Barcelona í hesum døgum, skulu vísa størsta varsemi. Tað er ófriðarligt í býnum og tað gongur hart fyri seg, eisini á flogvøllinum.

Danska uttanríkisráðið vísir á, at tað eru mótmælisgongur fleiri staðni í Barcelona, eisini á sjálvum flogvøllinum og tey heita á fólk um at halda seg burtur frá mótmælisgongunum.

Mótmælini kunnu eisini ávirka ferðsluna, eisini flogferðsluna og eitt verður á ferðafólk um at gera eftir leiðbeiningunum frá ferðafólki.

Mótmælini eru kyknað upp í Barcelona í kjalarvørrinum á, at fleiri politiskir leiðararar eru dømdur fyri at stríðast fyri sjálvræðið í Katalonia.

Barcelona er eitt væl umtókt ferðamál hjá føroyingum, og Atlantsflog hevur regluliga flúgving upp á Barcelona. Og beint nú er eitt flogfar hjá Atlantsflog við at lenda í Barcelona við ferðafólki úr Føroyum.