Til
Vinnumálaráðið
Att.: Bjarni Djurholm, landstýrismaður
Føroya Løgtingið
Att.: Anfinn Kallsberg, løgmaður
Tórshavn,
hin 3. juni 2003
Soljóðandi skriv hava fakfeløgini í verkfalli sent Bjarna Djurholm, landsstýrismanni í vinnumálum, Anfinni Kallsberg, Løgmanni og øllum teimum politisku flokkunum
Nú frættist at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur heitt á Landsstýrið um at kalla tingið inn, í sambandi við trætuna á privata arbeiðsmarknaðinum.
Hetta merkir, at arbeiðsgevararnir vilja hava at lønin hjá limum okkara verður ásett við lóg.
Vit vilja staðiliga ávara okkara politikarar móti at leggja seg út í trætuna á arbeiðsmarknaðinum.
Um Løgtingið leggur uppí, so er hetta eitt beinleiðis álop á fría samráðingarrætt okkara, og harvið eitt álop á sjálvu demokratisku skipanina her á landi.
Ein uppílegging er eisini tað sama sum at Løgtingið gongur ørindi fyri arbeiðsgevara-partin, og vit skulu boða frá, at tað skal ikki verða gloymt, um okkara politikarar soleiðis stinga verkamannafjøldina í ryggin.
Vit skulu vísa á, at tað ikki er fakfeløgini sum hava forðað fyri at semja kundi fáast í lag um lønina, tí undirritaðu feløg hava slakað í lønarkrøvu m okkara frá kr. 12,60 pr. ár niður í kr. 8,24 pr. ár, og síðani aftur bæði niður í kr. 7,00, kr. 6,00 og 5,00 pr. ár.
Hinvegin hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag bert førkað seg frá kr. 2,00 pr. ár upp til kr. 3,70 pr. ár.
Hetta merkir, at undirritaðu feløg hava slakað heilar kr. 7,60 pr. ár (ella í alt kr. 15,20 yvir tvey ár), meðan arbeiðsgevarasíðan bert hevur flutt seg kr. 1,70 pr. ár (ella 3,40 yvir tvey ár).
Seinasta samráðingarroyndin í dag vísti eisini, at Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki ynskti veruligar samráðingar, tí uttan mun til hvussu vit royndu, so vildu teir ikki førka seg eitt oyra frá tí sum teir byrjaðu við sum útspæl sítt. Teir góðu Arbeiðarafeløgunum eini kravboð í millum kr. 3,70-3,90 og var hetta ongin semingsroynd.
Um Løgtingið leggur uppí, fara vit at heita á øll fakfeløg í landinum og limir okkara kring Føroya land, um at stuðla teimum tiltøkum, sum vit fara at seta í verk.
Betri hevði verið um Landstýrið trýsti á hin partin, um at fara aftur til samráðingarborði við samráðingaranda og ikki við einum kravboðum
Vinaliga
Føroya Arbeiðarafelag
Havnar Arbeiðsmannafelag
Havnar Arbeiðskvinnufelag
Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag
Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag