Vestmanna
Fyrireikingarnar til bátastevnuna í Vestmanna leygardagin eru so gott sum komnar undir land.
- Vit royna at gera umstøðurnar hjá teimum, sum koma í báti, so góðar sum til ber. Soleiðis hava vit aftur í ár lagt bátabrúgvarnar útaftur á sama hátt sum undanfarin ár. Hetta verður gjørt fyri at hava so góð atløguviðurskifti sum gjørligt. El-skáp verða eisini sett upp, soleiðis at bátar kunnu fáa el umborð. Hetta hevur stóran týdning fyri bátsmanningarnar, sum hava brúk fyri landstreymi, meðan stevnan er. Eisini verður øki til kampingvognar gjørt klárt við skipasmiðjuna, har hesir kunnu fáa bæði el og vatn.
Tað sigur Bárður Nielsen, sum er ein av trimum í bátastevnunevndini undir VÍF, Vestmanna Ítróttafelag.
Trygd í hásæti
Hann sigur, at fyrireikararnir leggja stóran dent á, at trygdin hjá teimum, sum koma í báti og hjá fólki, sum ferðast eftir bryggjuni, verður sett í hásæti.
- Trygdarnet at spenna millum bátar og millum bátar og brúgvar verða til sølu, tá bátarnir koma til lands. Hetta eru net, sum vit hava fingið trolvirkið Vónina at gera, og sum skuldu verið væl egnaði til sítt endamál – nevniliga til fyribyrgjan, so fólk, ið ganga millum bátar og av báti og upp á brúgvar, ikki fara niður ímillum.
Bárður vísir á, at tey í ár eins og onnur ár eisini
fara at skipa so fyri, at vaktarfólk verða á bryggjuni alla náttina.
- Hetta eru í fyrsta lagi fólk hjá sløkkiliðnum og bjargingarfelagnum í Vestmanna, umframt at vit plaga at hava sámarittar til at hjálpa okkum, meðan stevnan er, sigur hann.
Skal ikki henda
Tað er meira enn so hent, at fólk eru farin niður ímillum á bátastevnum og øðrum stevnum kring landið, men tíbetur hevur onkur verið hjá, soleiðis at hesi eru fingin uppaftur á turt í øllum góðum – og áðrenn vanlukkan hendi.
- Ein slík vanlukka skal bara ikki henda, og vit fara sum nevnt at gera alt, sum liggur í okkara makt fyri, at umstøðurnar skulu vera so tryggar sum gjørligt.
Bárður vísir á, at skuldi tað ringasta hent, sum er ein druknivanlukka í sambandi við eina stevnu, hevði slík syndarlig hending lagt ein “dempara” á hesi tiltøk.
- Sigling í báti er vorðið eitt frítíðarítriv, sum hevur vundið nógv upp á seg í Føroyum, og tað eru nógvar familjur, sum duga at hugna sær saman á henda hátt. Tað er tí ógvuliga umráðandi, at øll, sum við eru til hesi tiltøk, koma heimaftur í øllum góðum – og við ríkum upplivingum.
Vandamikið spæl
Bárður vísir á, at tá eitt nú ungdómur samlast er eisini skjótt, at fólk kunnu finna upp á býtt ting, sum eitt nú at leypa á sjógvin og svimja, kanska í kapping um eitthvørt hissini.
- Men eg vil staðiliga mæla frá, at nakar tekur sær slík óráð fyri, tí tað er ikki gamansleikur at leypa í kaldan sjógv, ikki minst, tá fólk eru í rúsi.
Bárður Nielsen sigur, at uppgávurnar hjá vaktunum, sum verða við bátabrúgvarnar alla náttina, í fyrsta lag eru at halda eyguni við, at eingin dettur á sjógv, men eisini at ansa eftir, at fólk í vandamiklum spæli ikki taka sær óráð fyri.










