Ein vanlukka fyri Tórshavnar Kommunu

Tað verður ikki stuttligt at vera býráðslimur í Havn í framtíðini

- Hetta fer at fáa vanlukkuligar avleiðingar!

 

Býráðslimir í Havn gera nú greitt, at tey fara at krevja meiri pengar frá landinum fyri at hava yvirtikið eldraøkið.

 

Eldraøkið kostar nevniliga nógv meiri enn mett varð, og tað fer at fáa avleiðingar fyri alt annað virksemi hjá kommununi.

 

Býráðslimir eru samdir um, at endurgjaldið, kommunurnar hava fingið frá landinum fyri at yvirtaka eldraøkið, er alt ov lítið.

 

Bjørghild Djurhuus, forkvinna í Trivnaðarnevndini hjá býráðnum, sigur, at tey hava gjørt støðuna upp og veruleikin er, at síðst í september hevði kommunan brúkt 12,3 milliónir meiri til eldraøkið, enn mett varð, at tað fór at kosta.

 

Hon sigur, at 8,5 milliónir mangla í, tí at økið var niðurpínt, og at kommunan tískil hevur verið tvingað til at brúka pening upp á at lyfta støðið.  Annars hevur sjálvur raksturin eisini kostað 3,8 milliónir krónur meiri enn mett var.

 

- Sum sagt var hetta støðan síðst í september, so tá ið árið er farið , verður hallið sostatt enn størri.

 

Tróndur Sigurðsson, býráðslimur staðfestir stutt og greitt, at sum frá líður fara avleiðingarnar at vera ”vanlukkuligar” fyri kommununa, tí tað fer at drena pengar frá øðrum virksemi hjá kommununi.

 

Tí heitir hann staðiliga á býráðið um at taka málið upp.

 

 

Les eisini: Mangla fleiri milliónir til tey eldru á Skálafirði

 

 

Bæði Helena Dam á Neystabø og Jógvan Arge vístu á, at í fjør ávaraðu tey ímóti at yvirtaka eldraøkið, tí tey vistu, at hetta fór at kosta meir enn tey fingu í endurgjaldið frá landinum. Og tey vistu eisini nettupp hetta fór at verða avleiðingin, at eldraøkið fer at avmarka møguleikarnar hjá kommununi at virka á øðrum økjum, sum kommunan varar av.

 

- Sum støðan er nú, verður sera torført at byggja út, siga tey.

 

Tey eru eisini samd um, at broyting má koma í, alt fyri eitt, áðrenn tað er farið heilt á glið og tað ikki vendst aftur.

 

- Tað passar rætt og slætt ikki, at vit fáa nóg mikið av pengum frá landinum til at rinda fyri eldraøkið, og nú má okkurt henda, áðrenn vit koma í rasshaft av eldraøkinum, tí tað fer at fáa avleiðingar fyri annað virksemi hjá kommununi, sigur Jógvan Arge.

 

Bjørghild Djurhuus, sigur, at vit mugu ikki koma í ta støðu, at tey eldru vera við sviðusoð, tvørturímóti skal tað eisini bera til at menna økið.

 

Annfinn Brekkstein ivast ikki í, at Tórshavnar Kommuna fer at klára at reka eldraøkið betur, men býráðið skal bara tryggja sær at fíggingin fylgir við frá landinum. Hann staðfestir, at eldraøkið var niðurpínt, tá ið kommunurnar yvirtóku tað, og hann ivaðist ikki í, at kommunun fer at klára tað betur enn landið, at byggja tað upp aftur – men tað krevst sjálvsagt, at peningur fylgir við.

 

Jákup Dam heldur, at minsta kravið er, at kommunurnar fáa fult endurgjald frá landinum fyri at reka eldraøkið.