Ein vanlukka fyri samfelagið

Tað er ein vanlukka fyri føroyska samfelagið, at vit ikki hava lurtað nóg væl eftir lívfrøðiligu tilráðingunum um, hvussu nógv vit skulu fiska um árið. Tað halda Tjóðveldi og Miðflokkurin, sum nú vilja hava løgtingið at taka um endan.

Avleiðingin er, at marknaðurin vil ikki betala fullan prís fyri okkara útflutning.

Tí leggja teir báðir flokkarnir nú uppskot fyri Løgtingi um at samtykkja, at landsstýri beinanvegin skal leggja neyðugar lógarbroytingar fyri Løgtingið, so at allur føroyskur fiskiskapur verður lívfrøðiliga burðardyggur eftir altjóða viðurkendum ásetingum.

Teir báðir staðfesta, at seinru árini hevur rákið í altóða samfelagnum verið, at brúkarar gerast alsamt meiri tilvitaðir um, hvussu livandi tilfeingið í havinum verður røkt.

- Nú er veruleikin tann, at Føroyar verða ikki mettar at fiska týðandi fiskasløg burðardygt, og hevur ein avleiðingin verið, at marknaðir okkara hava reagerað ímóti gongdini og væntast kann, at trupulleikin bara veksur, um vend ikki kemur í rikna fiskivinnupolitikkin.

- Týðandi partar av flotanum megna ikki at svara hvørjum sítt, fiskimenninir fækkast í tali, arbeiðsloysið veksur og landskassahallið hevur verið og er metstórt.

- Mangt bendir á, at skeiv politisk stýring kostar okkum á hvørjum ári milliardavirði í útflutningi og verður kósin ikki broytt beinanvegin, fara vit ikki at megna at halda uppi einum nøktandi vælferðarsamfelagi.

- Neyðugt er tískil at fáa skil á stovsnrøktini soleiðis, at serliga toska- og hýsustovnarnir koma aftur í eina burðardygga legu, siga Miðflokkurin og Tjóðveldi.