Ein vanlukka fyri arbeiðsfólk

ARBEIÐSEFTIRLITIÐ Tað er onki minni enn ein vanlukka fyri allar løntakarar, at samgongan saboterar Arbeiðseftir, heldur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag

- Hetta er borgarligur politikkur, tá ið hann er mest. Men tað syrgiligasta av øllum, er, at næstan øll tiga.
Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, er heilt forfard av ætlanini hjá samgonguni, um, at Arbeiðseftirlitið skal ikki bara skerjast niður í helvt, men at tað harafturat skal leggjast undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna.
- Hetta er fullkomiliga burturvið og fer at geva arbeiðsgevarum fríar ræsur at skalta og valta við arbeiðsumhvørvinum, akkurát, sum teimum lystir.

Eydnaðist ongantíð
Ingeborg Vinther vísir á, at fyrst gekk tað leingi at fáa Arbeiðseftirlit til Føroya afturímóti hinum Norðurlondunum.
Men síðani tað kom, hevur verið roynt at byggja tað upp og at menna tað so at tað fær røkt sínar skyldur, fyrst og fremst sínar eftirlitsskyldur.
Men tað er ongantíð eydnast og Arbeiðseftirlitið hevur næstan aldrin verið annað enn ein píningur. Tá ið arbeiðseftirlitið verður spurt um hetta ella hitt, hevur afturvendandi svarið verið, at hesa uppgávuna hava tey ikki fíggjarliga orku til at røkja.
Hetta er eisini galdandi fyri eftirlitsuppgávurnar og tað er so mangan, at Arbeiðseftirlitið ikki kemur upp í, fyrrenn vanlukkan er hend at finna útav, hví hon hendi.
Forkvinnan sigur, at Arbeiðseftirlitið hevur mangan fingið almenna spariknívin at smakkað. Men nú ætlanin er at skerja manningina næstan niður í helvt og leggja tað undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna, ber av.
- Arbeiðseftirlitið hoyrir ikki heima undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Tað skal vera ein sjálvstøðugur stovnur, sigur hon
- Hetta er hol í høvdið, tí hetta er at knúsa stovnin, leggur hon afturat.

Tiga og samtykkja
Men hon skilir ikki, at allir hinir flokkarnir í samgongu og andstøðu bara sita og tiga og lata standa til, uttan at mótmæla.
Einasti flokkur, sum hevur tikið málið upp er Sjálvstýrisflokkurin, har báðir tingmenninir hava reist málið í fyrispurningum til landsstýrismannin í vinnumálum, Johan Dahl og til løgmann.
- Annars hevur ongin tikið tað upp á tunguna og tað er gott klárað, tí Arbeiðseftirlitið er ein tann mest týðandi stovnurin á okkara arbeiðsmarknaði.
Men hon heldur, at hetta sigur rættiliga nógv um, hvussu lágt í metum arbeiðsmarknaðarmál eru í politisku skipanini.
- Yvirhøvur eiga arbeiðsmarknaðarmál ongan góðan í Løgtinginum og tað er hetta besta dømi um.

Lógloysi
Ingeborg Vinther sigur, at fremsta uppgávan hjá Arbeiðseftirlitinum átti at verið at ferðast runt á arbeiðsplássini at kann eftir, at trygdin er, sum hon eigur at vera.
Hon sigur, at hon skal ikki skera allar arbeiðsgevarar yvir ein kamb, tí nógvir hava hesi viðurskiftini í ordan.
- Men tað er eisini nógva staðni, at hesi viðurskiftini ikki eru í ordan og tí er ein eftirlitsstovnur, sum Arbeiðseftirlitið, ein avgjørd fortreyt fyri at tryggja eitt sunt arbeiðsumhvørvi.
- Nú er vandi fyri, at lógloysi verður á økinum, tí hetta fer at taka alla motivatión frá arbeiðsgevarum at stremba eftir at tryggja arbeiðsumhvørvið, serliga frá teimum, sum ikki leggja so nógv í tað frammanundan.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðseftirlitinum er sannførd um, at nú fer at kalla alt, sum eitur eftirlit, at detta niðurfyri.
- Hetta er fyrsta stigið at leggja Arbeiðseftirlitið niður, staðfestir hon
Hon sigur, at tað hevur onki við sparingar og rationaliseringar, at Arbeiðseftirlitið verður knúst sundur, tí eitt gott eftirlit sparir seg skjótt inn aftur, tí arbeiðsskaðar eru sanniliga eisini dýrir fyri samfelagið.

300 milliónir
Einasti politiski flokkur, sum í skrivandi løtu, hevur reist spurningin um Arbeiðseftirlitið í Løgtingum, er Sjálvstýrisflokkurin, har báðir tingmenninir hava spurt landsstýrismannin og løgmann um ætlanina.
Kári á Rógvi vil hava at vita frá Johan Dahl, um Arbeiðseftirlitið ikki er ein sjálvstøðugur stovnur og um tað tí ikki krevst lógarheimild fyri at leggja tað undir Heilsufrøðigu Starvsstovuna.
Hann vil eisini hava at vita, hvørjar metingar og fyrireikingar eru gjørdar uppundir samanleggingina og um nakrar metingar eru gjørdar um ein partur av virkseminum kann fíggjast við brúkaragjøldum.
Kári P. Højgaard vil hava at vita frá løgmanni, um hann heldur, at Johan Dahl umsitur arbeiðsumhvørvið á lógligan og fullgóðan.
Hann vísir á, at áður hevur Johan Dahl greitt frá, at Arbeiðseftirlitið hevur førleikar at røkja allar uppgávur, men avleiðingarnar av lækkaðu játtanini eru, at stovnurin hvørki hevur fíggjarliga orku ella arbeiðsorku at umsita allar uppgávurnar nøktandi.
- Tað er óheppið, at landssty?rismaðurin við sparingum skúgvar lógarásettar skyldur til viks, sum hava ávirkan á lív, heilsu og arbeiðsumhvørvi hjá túsundtals fólki í vinnu, sigur Kári P. Højgaard.
Sambært tølum úr Noregi og Danmark kosta arbeiðsvanlukkur og avleiðingarnar av teimum samfelagnum 20 og 30 milliardir um árið.
Tað svarar til, at tað kostar føroyska samfelagnum í minsta lagi til 200 – 300 milliónir um árið, umframt ta menniskjaligu líðing, sum arbeiðsvanlukkur hava við sær og sum ikki kunnu gerast upp í peningi, sigur Kári P. Højgaard.

Forsvarligt
Seinastu dagarnar hevur Kringvarpið gjørt nógv burtur úr ætlanini at skerja Arbeiðseftirlitið og leggja tað undir Heilsufrøðiligu Starvsstovuna
Endamálið við samanleggingini er at spara útreiðslur til fyrisiting, at skipa eitt meiri munadygt eftirlit, umframt at skapa eitt størri og betri fakligt umhvørvi, hevur Kringvapið fortalt og Johan Dahl hevur eisini mett, at tað fer at verða á forsvarligum støði.
10 ársverk eru á Arbeiðseftirlitinum, men í ár minkar starvsfólkatalið hálvt fimta ársverk og harafturat fær stovnurin einar tvær milliónir færri at arbeiða við í ár.
- Avleiðingin verður í stuttum tann, at tað verður truplari hjá Arbeiðseftirlitinum at røkja tær uppgávur, sum stovnurin hevur fingið álagt at gera, segði stjórin, Karl Joensen, við Kringvarpið.